Leita á in.fo

Sonja Hammer 18.03.2017 (19:16)

Lukas Graham gjørt nýggja video til gamlan sang

Lukas Graham, sum kemur á Summar Festivalin í august, hevur júst givið eitt nýtt videolag út til sangin Drunk in the Morning. Sangurin var útgivin í 2012 og er ein av teimum mongu væl dámdu sangunum hjá bólkinum.

Tá sangurin kom út, var ein video gjørd, men var nakað galið við tí gamla sjónarbandalagnum? Nei, tað var tað ikki, men nú tá ið teir hava útgivið Drunk in the Morning á altjóða marknaðinum, hildu teir, at teir høvdu brúk fyri einum nýggjum videolagi. So Lukas og restin av bólkinum hava valt at skifta eina privatveitslu út við Venice Beach.

Í tí nýggja sjónarbandinum vilja teir vísa, hvussu stemningurin er har, sum Lukas Forchhammer er uppvaksin við millum annað Christiania-súkklum, fólki við øðrvísi stíli og fólki í góðum lag.

Trýst á pílin í myndini omanfyri fyri at síggja nýggja videolagið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her