fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 10.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 21.09.2017 (08:55)

Lumpaðu nógvar pengar frá føroyskum ferðafólki

Svik á internetinum vindur meiri og meiri upp á seg, og svikararnir finna alla tíðina upp á nýggjar snildir fyri at lumpa pengar frá fólki.

 

Og í gjár fingu vit enn einaferð eina áminning um, at tá ið vørur verða bílagdar á internetinum er neyðugt at hava tunguna mitt í munnunum og eygur á hvørjum fingri.

 

Tað hevur eitt føroyskt ferðalag nú merkt á egn um kroppi.

 

Talan var um eitt ferðalag, sum skuldi til Edinburgh við Atlantsflogi í dag. Men tá ið tey eftirkannaðu allar bíleggingarnar í gjár, fingu tey ein rættiligan hvøkk, tí brádliga varnaðust tey, at tey standa ikki uppskrivað til nøkur kømur á hotellinum, tey annars hildu, at tey høvdu bílagt kamar á.

 

Tey høvdu annars bílagt kømur tíðliga í ár, og goldið fyri tey, men nú tey kanna eftir, visti hotellið einki um tað, og tey stóðu heldur ikki uppskrivað til nøkur kømur.

 

Tey hava nú meldað málið til løgregluna og á kanningardeildini hjá løgregluni siga tey, at tað vísir seg, at svikið er farið soleiðis fram, at svikararnir hava kopierað heimasíðuna hjá hotellinum.

 

– Tann falska heimasíðan líktust akkurát teirri upprunaligu heimasíðuni hjá hotellinum, men at heimasíðan er følsk sást av at smá frávik vóru í mailadressuni, sum tey í føroyska ferðalagnum ikki høvdu varnast.

 

Løgreglan sigur, at tey á hotellinum sigur, at tey í føroyska ferðalagnum eru ikki tey einastu, ið hava latið seg lumpað av hesum slagi av sviki.

 

Løgreglan er nú farin at kanna, um tað ber til at finna svikararnar og at fáa pengarnar aftur. Men tey ásanna samstundis, at vónirnar fyri at fáa pengarnar aftur, eru smáar, serliga tí, at kømrini vórðu bílagt, og goldin, fyrst í ár, og tað er ikki fyrrenn nú, at svikið kemur undan kavi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her