Lyfti um Vágatunnilin skulu haldast

– Eg havi ongum møtt í Vágum, sum hevur skilt tað øðrvísi, enn at tað var eitt lyfti, at tað skuldi verða ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin, tá lánini vóru afturgoldin.

 

Tað sigur Ingolf S. Olsen, varamaður hjá Tjóðveldi á tingi, o gsum býr í Sørvági. Ingolf S. Olsen hevur sitið á tingi sum varamaður fyri Magna Arge, fólkatingsmann, seinasta árið. Men í heyst tók Magni Arge aftur sæti á tingi fram til til nýggjárs. Tá løgtingið kemur saman aftur í næstu vikur, tekur Ingolf S. Olsen aftur sæti á tingi.

 

– Lógin er sera ógreitt orðað. Og eg havi ein mistanka um, at tað er gjørt við vilja fyri at fáa málið lættari ígjøgnum tá og so lata tað til framtíðina at tulka handan partin, sigur Ingolf S. Olsen.

 

Ingolf S. Olsen sær fyri sær eina loysn við eini samhaldsfastari skipan.

 

– Eg kundi hugsað mær, at vit býttu samferðsluøkini sundur soleiðis, at tunlar – bæði yvirsjóvar og undirsjóvar – vóru fyri seg, landsvegir fyri seg og strandferðsla fyri seg. So kundu vit tikið eitt gjald fyri at koyra ígjøgnum allar tunlar í landinum. Hevði tú goldið einaferð, so hevði tú goldið fyri allar tunlar, tú koyrdi ígjøgnum tann dagin, sigur Ingolf S. Olsen.

 

Men hann viðgongur eisini, at hetta er ein nýskipan, sum valla verður sett í gildi beinanvegin, og sum tí ikki loysir trupulleikan hjá vágafólki, sum halda seg vera fyri órætti nú, tí lánini hjá P/F Vágatunlinum eru afturgoldin.

 

Vágatingmaðurin, sum er einasta umboð, sum samgongan hevur í Vágoynni, er irriteraður inn á samgonguna um handfaringin av júst hesum málinum.

 

– Eg vil siga, at eg eri meira samdur við Marjusi Dam enn við Henriki Old. Tí samgongan kundi saktans havt loyst hetta málið. Vit hava havt ovmikið av tí til tess, og Jørgen Niclasen kann hava ein lort, tí hann skuldi langt síðani havt loyst málið, sigur Ingolf S. Olsen.

 

Ingolf S. Olsen sigur, at hann fær ikki sagt ítøkiliga, hvat hann fer at gera, fyrr enn hann kennir støðuna hjá Tjóðveldinum um málið.

 

– Vága Tjóðveldisfelag hevur fund um málið í kvøld, og tá verða politikarar hjá flokkinum við. Tá vænti eg, at vit kunnu vera meira ítøkjulig, tí tá vita vit, hvar flokkurin stendur, sigur Ingolf S. Olsen, sum hevur ta fatan, at vágafólk eru rættiliga einsamøll í hesum stríðnum.

 

– Eg havi ta fatan, at fólk aðrastaðni enn í Vágum ikki eru so góð við hetta málið. Eg krevji bara, at gjørdar avtalur verða hildnar. Men um ein nýggj gjaldsskipan fevnandi um allar tunlarnar veðrur gjørd, so skal Vágatunnilin sjálvsagt eisini vera við í henni, sigur Ingolf S. Olsen.