Lygnin um gjaldskipanina

Eg varð boðin til fundar av fyrrverandi landstýrismanninum Hendrik Old, á Hotel Tórshavn, hetta var ein stuttur fundur, har KT-fólk greiddu frá, at teir prøvaðu at gera eina skipan. Borgarstjórarnir úr Sandoynni vóru við, tó onkur manglaði, fólk frá SSL vóru eisini við.

 

Síðan gekk tíðin.

 

Eg var seinni uppringdur av kringvarpinum og vísti eg á, at tað, sum manglaði, var eitt skip, sum kundi sigla saman við Teistanum. Og skipanin varð neyvan góð fyri vinnulívið og eldri fólk í sandoynni. Eisini varð eg uppringdur av Rás 2, og har segði eg nøkunlunda tað sama.

 

Hvat hendi so? Eg hoyrdi ongantíð eitt orð! Hvørki frá landstýrismanninum ella frá nøkrum øðrum. Lygnir og leysasøgur fóru at ganga, at eg persónliga skuldi havt rikið fólk av Skopunar-kei, sum var komið at strika upp. Hetta er nakað, sum er burtur í vón og viti og ógvuliga langt úti, hvør stendur aftanfyri hetta?

 

Hoyrdi í eini útvarpssending, at Hendrik Old boðaði frá, at hann fór at seta bíleggingarskipanina í verk á Gomlurætt. Tíðindafólkið spurdi ‘’hvat gera tit við Skopun’’. Hendrik svaraði, eg fari enn einaferð, at prøva at tosa við borgarstjóran í Skopun. Hendrik hevur, hvørki áðrenn ella aftaná, sett seg í samband við meg.

 

So nú hetta kvøldið í farnu viku, har halin av bilum rakk næstan til Sands, hevði bíleggingarskipanin ikki hjálpt hesum neyðars fólkum. Nei, besta loysin í tí førinum hevði verðið ein bátur afturat.

 

Báðir politikkarinir á Stóra Sandi vaskaðu hendur á facebook, annar skuldi fara at tosa við løgmann og hin skilti púra einki. Jú, tit kenna alt til fulnar, men tit vildu gera politiska suppu av hesum, til tykkara fyrimun.

 

Seinasta mikudag spurdi Jónleif Johannesen løgmann um áður nevndu gjaldskipan. Eisini vildi hann hava burturav politisku suppuni. Jú, hægsti maður í landninum løgmaður svaraði, at tað var borgarstjórin úr Skopun, sum foraði gjaldskipanini. Hetta var helst ein avtala, sum vinmennirnir Jónleif og løgmaður høvdu gjørt. So kundi løgmaður varpa lygnina uppá nakkan á fyrrverandi varginum úr javnaðarflokkium. So varð lygnin fullborðin.

 

Eg Gerhard Lognberg fór persónliga til løgmann, legði hondina á økslina á honum og spurdi: Aksel hvør hevur sagt tær hetta? Hann segði orðarætt, jamen hetta havi eg hoyrt.

 

Tað, sum eg havi sagt í miðlunum, er ikki ein samráðing um skipanina.

 

Síðan segði eg við løgmann, eg eri púra klárur at tosa við teg um gjaldskipanina, og har legði eg afturat, at vit kundu havt 10 pláss avløgd til Sandoynna. Tí eisni í Sandoynni hevur vinnan og fólkið brúk fyri, at sleppa um fjørðin her og nú.

 

So eg persónliga hvørki havi, ella fari, at forða eini skipan, sum kann brúkast. So løgmaður, send tú mær eini fundarboð, um tað er tað tú meinar, heldur enn beinleiðis at órætta fólk.

 

Í morgun bórust tíðindi um, at løgmaður fór at seta gjaldskipanina í verk fyrst í komandi ári. Hvussu hongur hetta saman? Nú kann alt gerast uttan Gerhard, hví hava tit so ikki longu gjørt hattar.

 

Nei mínir góðu vinir, lygnin er høvurleys, varð mangan sagt. So Føroya løgmaður, hald teg til sannleikan, tí eg eri eingin forðing fyri gjaldskipanina. Um tú kallar meg til fundar um hettar, so verður tú tann fyrsti, ið ger tað.

 

 

Vinarliga

Gerhard Lognberg

Borgarstjóri í Skopun