fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 20.03.2017 (15:15)

Lygnir, hóttanir og duldar upplýsingar

Í nýggju sendingini um Eik-málið, Skattamálið II, verða spurt, um Eik hevur logið fyri myndugleikunum og hótt fólk til at gera, sum bankin vil. Hendan sendingin snýr seg um tað, ein kann kalla fyrra Eik-málið, altso um, hvørt Eik hevði rætt til skattafrádrátt vegna eitt hundraðtals milliónatap í 2010/2011 ella ikki.

Í nýggju sendingini hjá Jan Lamhauge um skattamálið setur tíðindamaðurin hvassar spurningar um skattamálið.  

 

Jørn Astrup Hansen fær mest talutíð í sendingini, har hann greiðir frá sínum leikluti sum fyrsti bankastjórin og hví hann alla tíðina hevur meint, at Eik Banki ikki hevði rætt til skattafrádrátt.

 

Jan Lamhauge setur í sendingini hvassar spurningar til stjóran í EIK, Suna Schwartz, umframt um hvat nevndin visti um skattamálið og hvørjar upplýsingar, bankin gav TAKS av fyrstan tíð.

 

Í sendingini trívir Jan Lamhauge millum annað í, at Eik banki sjálvir broytir umtaluna av fíggjarstøðuni í ársroknskapinum. Gomlu ársroknskapirnir eru nú ikki longur at finna á almennu síðum bankans. Í hesum roknskapunum, frá 2010 og 2011, var byrjunarvirði bankans skrásett at vera hálvaaðru milliard. Ikki fyrr enn í oktobur 2011 byrjar leiðslan at bankanum at tosa um, at byrjunarvirði bankans var tvær milliardir og at ein tí, frá oktobur 2010 til februar 2011, hevði fingið eitt tap upp á eina hálva milliard, sum, eftir bankans meting, var grundarlag undir einum skattafrádrátti.

 

Ein stórur partur av sendingini er eisini vígdur til at greiða frá hugtakinum goodwill og andsøgnini í, at ein kann fáa ein skattligan goodwill, við ongum virði.

 

Jan Lamhauge hevur tó ikki bara rætt kanónini móti Eik banka. Eigarar bankans, TF Holding og gjøgnum tað, Umboðsráðið í Tryggingarfelagnum. Jan Lamhauge spyr, hví limirnir í umboðsráðnum, sum fáa 4.000 krónur um mánaðin at stjórna samtakinum, ikki hava funnist at framferðini ella sett spurnartekin við leiðsluna.

 

Spurningar verða eisini settir við leiklutin hjá TAKS, eins og at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, verður spurd, um punktum nú er sett fyri málið. 

 

Sendingin, Skattamálið II, verður í Kringvarpi Føroya í kvøld klokkan 19.20, beint eftir Dag og Viku.