Leita á in.fo

Barbara Holm 17.05.2018 (11:58)

Lyngby: Hann tekur sær góða tíð at svara og er púra róligur

42 ára gamli føroyingurin, sum í dag er í rættinum í Lyngby, er ákærdur fyri tilsamans 40 brot. 39 av punktunum í ákæruritinum lýsa, hvat mamman, eftir ráðum frá manninum, hevur gjørt við sonin. Seinast ákæran er um, at mamman hevur tikið fleiri barnapornografiskar myndir av dreinginum, tí maður bað hana senda sær tey.



Hóast álvarsamur dagur hjá føroyinginum, er hann púra róligur í dag. Hann er ílatin ljósar kovboybuksur, hvíta t-shirt og gráan klædningsjakka. Hárið er klipt stutt, og skeggið er somuleiðis trimmað stutt. Maðurin er róligur og tekur sær góða tíð at svara.



Hann situr við rygginum móti salinum í morgun, nú hann verður avhoyrdur, men tá hann kom inn í salin í morgun og setti seg við verjanum, so hugdi hann upp og runt í hølunum. Hann hyggur ikki niður og letur ikki til at vilja sleppa undan eygnasamband við áhoyrararnar. Í fleiri umførum, tá ið hann varð spurdur um samskifti millum seg og mammuna at tí 4 ára gamla dronginum, segði hann seg ikki minnast so væl tað, sum farið var fram.



Ákæruritið vísir, at ágangurin hjá mammuni móti soninum byrjaði 8. juni og helt á líka til 10. septembur. Fleiri ferðir um vikuna, onkuntíð fleiri ferðir um dagin, bleiv fýra ára gamli drongurin misbrúktur av mammu síni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her