fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 13°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Mortan Østerø 17.07.2017 (12:00)

Lyon og Kris fingu tárini fram

Høvuðsfyriskiparin av G! Festivalinum, Sigvør Laksá, letur væl at ársins festivali.

 

- Gestir, starvsfólk og tónleikarar hava øll latið væl at festivalinum og eg eri stak vælnøgd við konsertirnar, sigur hon.

 

- Eg hoyri sjálv væl færri konsertir enn eg kundi hugsað mær. Men tað eru serliga tríggjar konsertir, sum eg havi hug at taka fram. Brothers Moving stendur kanska best eftir í minninum. Teir vóru heilt ótrúliga positivir og energiskir – ein rein orkubumba á pallinum. Á hinum bógnum vóru tað Kris Kristoffersen og Lyon, sum rørdu meg til tárini, sigur Sigvør.

 

Eisini tekur hon Fil Bo Riva fram sum nakað stuttligt í ár.

 

- Vit fáa vanliga fleiri fyrispurningar frá tónleikarum, ið ynskja at spæla á G! og taka vit onkuntíð av. Í ár var tað Fil Bo Riva. Tey eru púra burtur í Føroyum og fara ikki ikki av landinum aftur fyrr enn seinnapartin. Bólkurin hevur verið og fiska sín egna døgurða og á útferðum og fullkomiliga bergtikin av øllum, sigur Sigvør.

 

5.000 gestir

Fyrireikararnir høvdu minkað um tjaldøki í ár, men tað merkti ikki at færri fólk vóru enn undanfarin ár.

 

- Vit valdu at minka tað, tí tað hevur verið alt ov stórt onnur ár og tað tykist sum alsamt fleiri gista í húsvognum, bilum og bátum. Nógv atgongumerki vórðu seld í ár, og høvdu vit áleið 5.000 gestir, íroknað tey, sum arbeiddu fyri síni atgongumerki, sigur høvuðsfyriskiparin av G!.

 

Harafturat skikkaðu fólk sær avbera væl á festivalinum.

 

- Vit hava ikki hoyrt nógv til harðskap, og vaktirnar hava bert gott at bera gestunum, sigur Sigvør Laksá.