Leita á in.fo

Emmanuel Macron, forseti Fraklands. Mynd: Ritzau

Sólvit Nolsø 18.06.2017 (18:25)

Macron sær út at vinna stórt

Flokkurin hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, sær út at gerast stóri sigurharrin á franska valinum í dag. Tað er seinna umfar av franska valinum, ið er í dag.

 

Macron og flokkur hansara, En Marche, vunni nógv flestar atkvøður í fyrsta umfari, hann og samstarvsflokkur hansara, MoDem, vunni 32.5% av atkvøðunum.

 

Seinasta uppgerð vísir eisini, at higartil eru tað 10% færri, sum hava verið á val í Fraklandi, samanborið við seinasta val.

 

Tey, ið vunni 50% ella meir í einum valdømi í fyrsta umfari, komu beinleiðis inn í franska parliamentið. Í teimum valdømum, har eingin vann 50%, fara nummar eitt og tvey víðari til seinna umfar og kappast um plássið. Tað umfarið er í dag.

 

Ein flokkur skal hava 289 sessir í parliamentinum fyri at hava meirluta. Tað eru 577 sessir tilsamans.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her