Macron vil tosa um Sýria og Ukraina við Putin

Mótsætt Donald Trump vil franski forsetin, Emmanuel Macron, kjakast um Ukraina við Vlademir Putin

Mótsætt Donald Trump vil franski forsetin, Emmanuel Macron, kjakast um Ukraina við Vlademir Putin.

 

Sýria, Iran og ikki minst Ukraina eru á dagsskránni, tá franski forsetin, Emmanuel Macron, í dag hittir russiska forsetan, Vlademir Putin, í russiska høvuðsstaðnum Moskva.

 

Tað sigur ónevnd kelda á fronsku forsetaskrivstovuni.

 

Enn er ikki alt komið upp á pláss, um furndurin verður í Kreml ella á leikvøllinum í Moskva, har báðir forsetarnir verða hjástaddir til HM finaluna í fótbólti.

 

Hetta er nýggir tónar frá russiska forsetanum, um hann vil kjakast um støðuna í Ukraina.

 

Í morgin flýgur Vlademir Putin til Finnlands, har hann skal á toppfund við amerikanska forsetan, Donald Trump.

 

Á hesum fundi er tað strangliga bannað at nevna russisku hertøkuna av ukrainsku hálvoynni Krim í 2014.

 

Hesum boðaðu bæði Hvítu Húsini og Kreml frá tíðliga í mánaðinum.

 

– Putin hevur fleiri ferðir lagt dent á, at Krim ikki kann og ikki verður partur á dagsskránni, tá hálvoyggin er fastur lutur av Russlandi, segði Dmitry Peskov, talsmaður forsetans, tá.

 

Undir ES-toppfundinum í Brússel síðst í juni, gjørdi ES av at leinga búskaparligu tiltøkini ímóti Russlandi við einum hálvum ári sum beinleiðis avleiðing av russiska áganginum ímóti Ukraina.

 

Tiltøkini raka Russland á økjum sum orku, verju og fígging.

 

Tey eru ein beinleiðis revsing fyri russisku hertøkuni av Krim-hálvoynni og fyri framhaldandi russisku hóttanum ímóti Ukraina.

 

Vlademir Putin skal  lúka krøvini um vápnahvíld, áðrenn ES kann slaka tiltøkini. Men einki er, sum bendir á tað, halda bæði Emmanuel Macron og týski samveldiskanslarin, Angela Merke.

 

Umframt Emmanuel Macron verður roknað við, at Putin skal síggja HM-finaluna saman við forsetanum í Kroatia, Kolinda Grabar-Kitarovic, eins og emirinum í Quatar, Tamim bin hamad al-Thani. Qatar verður vertur fyri næsta endaspælinum í heimsmeistarakappingini í fótbólit í 2022.

 

/ritzau/Reuters