fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 19.08.2017 (09:16)

Maður funnin deyður í bátahylinum í Leirvík

Løgreglan fekk í morgun klokkan 07.36 eina fráboðan um, at fólk høvdu funnið ein lívleysan mann í bátahylinum í Leirvík.


Maðurin, ið er mitt í trýssunum, bleiv tikin upp og staðfest bleiv, at hann var deyður. Um hann er druknaður ella er dottin útí, tí hann hevur fingið onkran tilburð, ber enn ikki til at siga, tí líksýn verður ikki fyrr enn seinni í dag, greiðir vakthavandi frá.


Seinast viðkomandi varð sæddur var um hálvgum eitt tíðina í nátt, men eingin hevur sæð sjálva hendingina, sambært vakthavandi.


Tey avvarðandi eru kunnnað. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her