Maðurin kom undir læknahond

Tá stóra politistaliðið í gjárkvøldið fór til Fuglafirðar, var tað tí, at løgreglan hevði fingið boð um, at ein maður var illa fyri – tað sum á politimálið eitur »syg og hjælpeløs«.

 

Í hesum førinum varð mett, at politiið skuldi fara vælmannað avstað, tí politiið visti ikki, hvat tey kundu koma til.

 

Maðurin var tikin og kom undir læknahond.