Mæla frá at velja formannin í nevndina

Tilráðingarbólkurin vil hava nýggj fólk í nevndina hjá Betri samtakinum

Tá Ognarfelag Tryggingartakaranna í dag klokkan 17 fer at hava aðalfund, skal nýggj nevnd veljast, og tann nevndin er eisini nevndin í Betri samtakinum, sum fyrr nevndist TF-Holding.

 

Trý fólk í nevndini standa fyri vali, tey eru Arni D. Brattaberg, formaður, Ingeborg Godtfred, næstforkvinna, sum ikki stillar uppaftur, og Gunnar í Liða, nevndarlimur, sum hevur tikið seg úr nevndini.

 

Tilmælingarbólkurin, sum umboðsráðið hevur valt at tilnevna nevndarlimir, hevur ongan teirra mælt til at velja aftur í nevndina. Tilmælini frá bólkinum eru hesi:

 

Teitur Poulsen

Gunn Danielsen

Nina Djurhuus

Jóanes Bloch Danielsen

 

Tey, sum sita í nevndini í dag, eru hesi:

 

Arni D. Brattaberg, formaður

Ingeborg Godtfred, næstforkvinna

Karl Birgir Isaksen, nevndarlimur

Birgir Nielsen, nevndarlimur

Gunnar í Liða, nevndarlimur, sum er farin úr nevndini

 

Harumframt eru trý starvsfólkavald umboð:

Annika Thomsen

Sverri Justinussen

Helgi Nielsen

 

Ger aðalfundurin soleiðis, sum tilráðingarbólkurin hjá aðalfundinum mælir til, so verða trý nýggj fólk vald í nevndina í staðin fyri Arna Brattaberg, Anniku Waag og Ingeborg Godtfred, sum hevur boðað frá, at hon tekur ikki við afturvali.

 

Endamálið við tilráðingarbólkinum er at, hann skal í sínum arbeiði at tilmæla nevndarlimir veita trygd fyri, at nevndin hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna kann taka sær av áhugamálum hjá eigarunum og tørvinum hjá Betri P/F samtakinum viðvíkjandi førleikum, styrki og margfeldi. Tilráðingarbólkurin skal eisini veita trygd fyri, at nevndin kann arbeiða óheft av seráhugamálum og samsvarandi viðmælum um góða virkisleiðslu. At enda skal tilráðingarbólkurin leggja dent á margfeldi, tá talan er um kyn og aldur, viðkomandi førleikar og royndir og vitan til at seta saman nevndir. Bólkurin gevur aðalfundinum uppskot um nevndarlimir.

 

Nevndarlimir í Betri P/F verða samsýntir við 15.000 krónum um mánaðin. Formaðurin við  30.000 krónum um mánaðin og næstformaðurin við 22.500 krónum um mánaðin.