Magni Arge: Breiðar semjur heldur enn stuttskygt maktspæl

Tað er betri fyri samfelagið, um vit megna at skapa breiðar semjur, sum røkka langt fram í tíðina, líkamikið hvør situr í samgongu nú, um tvey ár ella um fimm ár, segði Magni Arge m.a. í røðu síni á tingi í dag um løgmansrøðuna

Mær dámar væl útgangsstøðið hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni um at ansa eftir almennu nýtsluni í góðum tíðum og leggja til viks til verri tíðir. Søgan sigur okkum, at tað krevur breiðan rygg og sterkan vilja, tí røðin av ynskjum, krøvum og freistingum veksur stútt í góðum tíðum, meðan forstáilsið fyri at fremja nýskipanir og broytingar gongur øvugtan veg – tí tað gongur jú fínt.

Eitt væl kent hugtak í leiðslulitteraturinum er, at virkir brúka ein brennandi plattform – ella eina kreppustøðu – til at fremja broytingar, tí tá er lættari at fáa undirtøku fyri teimum.

Tann plattformurin er ikki lættur at fáa eyga á í Føroyum í løtuni, tí tað gongur sum eftir ánni við stórum vøkstri í búskapinum og avlopi á fíggjarlógini. Alivinnan setir nýggj met hvørt ár, pelagiska vinnan blómar sum ongantíð fyrr, og stórur vøkstur er í útflutninginum. Prísurin á brennievni er lágur, handilsyvirskotið er stórt, og byggivinnan er um at kóka yvir. Arbeiðsloysið er metlágt, fólkatalið setir met, og tað er líka við, at vit buka allar tær stóru tjóðir í bæði hondbólti og fótbólti.

Tað er ringt at vera pessimistur í hesum døgum, men kortini mugu vit halda fast um, at vit bæði skulu halda aftur fíggjarliga og flyta leikir, so tann góða gongdin kann halda fram, eisini tá tað fer at reka ímóti.

Neyðugar nýskipanir

Fiskivinnulóggávan og pensjónsnýskipanin, sum standa á skránni í hesum tingárinum, eru báðar átrokandi og týdningarmiklar. Tann fyrra, tí tingið hevur sagt øll loyvir upp, so tey ganga út á nýggjárinum, uttan at seta út í kortið, hvat skuldi koma í staðin. So nú má hetta loysast, so fiskiskapurin kann halda fram. Vit hava skyldu til at skipa eina burðardygga fiskivinnu, sum miðar eftir dyggari stovnsrøkt, bestu góðsku, maksimalari virðisøking, og at ágóðin liggur eftir í Føroyum.  

Øll vita, at nýskipanin á pensjónsøkinum er neyðug, tí hon hevur so stóran týdning fyri haldførið í búskapinum og skal vera við til at tryggja tí vaksandi partinum av eldri borgarum góð livikor.  

Samgongan legði frá landi í tí treysti, at vit kundu fáa nakrar breiðar politiskar semjur um hesi týdningarmiklu mál, sum hava ligið á láni í mong ár. Tað er nógv betur fyri samfelagið, um vit megna at skapa breiðar semjur, sum røkka langt fram í tíð, líkamikið hvør situr í samgongu nú, um tvey ár ella um fimm ár. Tí haldi eg, tað hevði verið skilabetri, um andstøðan kom við konstruktivum mótspæli heldur enn at mála ræðmyndir um allar broytingar.

At nýskipanir koma i drag, kann fyri andstøðuna vera eitt smart trekk í telvingini um maktina, men tað er ikki til gagns fyri tað føroyska samfelagið.

Stjórnarskipan savnar tjóðina

Uppskotið til stjórnarskipan er eisini eitt týðandi stig fyri okkum sum tjóð. Tað eigur heldur ikki at enda sum ein dystur millum samgongu og andstøðu, men hevur uppiborið eina djúpa virðing fyri, at hetta snýr seg um grundleggjandi rættindini hjá øllum Føroya fólki, og um hvussu vit umsita tað vald, sum fólkið hevur givið tinginum og teimum, sum skulu útinna og døma í mun til lógirnar, sum eru samtyktar.

Hetta er eitt samleikaskjal, sum sigur, hvørji vit eru sum fólk, hvørji rættindi og hvørjar skyldur vit hava. Hon styrkir fólkaræðið og savningarmegina í fólkinum og staðfestir, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Tað hevur týdning áhaldandi at styrkja savningarmegina og ansa eftir, at vit øll kenna okkum at hava sama rætt í sama landi, og at vit øll kenna okkum sum part av sama felagsskapi.

Við sjálvsavgerðarrættinum staðfesta vit eisini, at tað er Føroya fólk, sum hevur evsta vald í landinum og tekur støðu til grundleggjandi spurningar – eitt nú um broytingar í ríkisrættarligu støðuni, ella um bindandi avtalur skulu gerast um samstørv við onnur lond, har vit lata ræðisrætt frá okkum.

Heimildir til uttanríkispolitikk

Ein slík staðfesting fær sjálvsagt eisini týdning í okkara samskifti við umheimin og stuðlar vónandi uppundir tilgongdina at endurskoða uttanríkispolitisku heimildarlógina, sum løgmaður eisini nevnir í røðuni. Hon avmarkar okkara rásarúm í altjóða og millumtjóða samráðingum og samstørvum, og tað kann kosta okkum dýrt, tá áhugamálini hjá dønum, grønlendingum og føroyingum ikki sampakka.

Grundarlagið undir vælferðini í Føroyum eru okkara evnir at framleiða vørur burtur úr okkara tilfeingi og selja tær á heimsmarknaðinum. Tí skulu vit hava so víðar heimildir sum gjørligt at verja og fremja okkara áhugamál, bæði tá tað snýr seg um atgongd til tilfeingið, og tá tað snýr seg um at selja vørur á heimsmarknaðinum.

Tað eru bara vit sjálv, sum seta okkara egnu áhugamál fremst. Tað hava vit ásannað so ofta, og tað mugu vit ikki gloyma. Og kostar tað blokk at fáa ræðisrætt, kann tað vísa seg at vera ein góð íløga.

Samstarv í Norðurhøvum

Annars var tað gleðiligt at frætta góðu tíðindini frá bretska fiskimálaráðharranum í gjár. Vónandi er hetta byrjanin til eitt nýtt samstarv millum Bretland og Føroyar, sum kann styrkja okkara støðu í samráðingum um fiskirættindi og vaksa um útflutningin til Bretlands.

Brexit kann eisini hava við sær nýtt og tættari samstarv milum Bretland og Kanada, og millum tey bæði londini liggja londini í Útnorðri, Grønland, Ísland og Føroyar, sum bæði menna samstarv sínámillum og hava fingið eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum.

Eitt tættari samstarv millum øll hesi londini kann eisini lata upp fyri nýggjum møguleikum og perspektivum, vit ikki hava sæð enn, bæði í norðuratlantiskum og arktiskum høpi.

Verja lívið í havinum

Á aðalfundinum hjá ST í 2015 samdust øll 193 limalondini um at fremja seytjan burðardygg menningarmál, eisni rópt SDG, fram móti 2030. Tað er í sær sjálvum eitt bragd at fáa eina slíka semju í lag vegna 7,5 milliardir fólk, tá tú hevur í huga, hvussu trupult tað er at fáa semju í tinginum um tey mest sjálvsøgdu málini fyri 50.000 fólk.

Løgmaður nevnir, at hetta eru mál hjá landsstýrinum at stremba ímóti, og ein føroysk ætlan verður nú løgd til rættis. Tí taki eg fult undir við.

Eitt av teimum seytjan heimsmálunum snýr seg um at verja lívið í havinum, so vit framhaldandi kunnu fáa gagn av ríkidøminunm í havinum.

Avbjóðingarnar eru stórar, tí burturkastið, sum skolar út í havið hvønn einasta dag, er øgiligt. Innan fá ár er líka so nógv plastikk í sjónum, sum tað er fiskur mált í biomassa, tí 2.000 tons fara í havið hvønn dag.  Vit eiga at virka fyri at venda gongdini og vónandi steðga dálkingini av havinum, sum er ein grundleggjandi partur av okkara eksistensi.

Vinnan og matkovin

Møguleikarnir at vaksa um matvøruframleiðslu er nógv størri í havinum enn á landi, tí havøkið er tvífalt so stórt sum landøkið, og nógv størri pláss er fyri at vaksa um havbúnað heldur enn landbúnað, tí landbúnaðurin er longu so nógv mentur frammanundan. Tí er onki at ivast í framhaldandi at satsa stórt uppá matvøruframleiðslu burtur úr burðardyggari alivinnu og fiskivinnu, so vit støðugt vaksa um útflutningin og arbeiðspláss, sum koma burturúr tí.

Hetta er eitt felags áhugamál, sum bæði vinnulív og tað almenna eiga at lyfta í góðum samstarvi. Tí talan er ikki um mótpartar, men heldur eitt partnaraskap, har báðir partar hava brúk fyri hvør øðrum. Vinnan hevur brúk fyri atgongd til fiskin, og tað almenna hevur brúk fyri vinnuni, so vit fáa gagnnýtt tilfeingið, sum hoyrir Føroyum til.

Ein støðug og langsiktað menning fer eisini at vaksa um búskaparliga grundarlagið og vælferðina í Føroyum fyri allar føroyingar.

Stovnsmetingar og havrannsókn

Størri játtan til Havstovuna í sambandi við stovnsmetingar og átøk at styrkja menning innan tøkni, virðisøking, marknað og burðardyggan fiskiskap sampakka væl við hetta.

Lat meg til eisini nevna, at tað er stórt frambrot, at havrannsóknarskip verður bygt, og gleðiligt er, at ein føroysk fyritøka fekk uppgávuna. Vit hava brúk fyri einari havbornari granskingarstovu.

Í hesum umfarinum verða ikki stundir at umrøða aðrar vinnur, men tað er gleðiligt at síggja framburðin í alivinnuni og ferðavinnuni og viljan til at taka stig, sum tryggja eina framhaldandi burðardygga menning í báðum vinnum.

Eg vóni eisini, at satsingin upp á maritiman tænastudepil og at menna okkum sum sjófartstjóð fer at hepnast. Tí ein varandi vinnulig menning, sum hevur útflutningsinntøkur ella spardar innflutningskrónur við sær, er tryggasta grundarlagið undir vælferðini í Føroyum og vegurin til ein sjálvberandi búskap.

 

Magni Arge, løgtingsmaður