Magni Arge ger sjálvmál umaftur

– Umboðið hjá Tjóðveldinum á Fólkatingi hevur skotið seg sjálvan álvarsliga í fótin

Tað sigurn Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins.

 

– Tjóðveldisumboðið á Fólkatingi hevur aftur gjørt eitt av teimum heilt stóru sjálvmálunum. Eitt var, tá ið hann kom malandi við Carles Puigdemont inn á Christiansborg. Hetta var ein óhóskandi máti við eittans endamálið: at órógvað samstarvið í Ríkinum. Nú hevur hann eisini forspurt seg yvir fyri forsætisráðharranum, sigur Bárður Nielsen.

 

Hann vísir á, at Magni Arge spyr og spyr uppaftur um sjálvsavgerðarrætt føroyinga, sum fyri langari tíð síðani er latin Sameindu Tjóðum og sendur limalondunum, har tað eisini verður víst til samtyktina frá 2001, tá sjálvsavgerðarrætturin varð staðfestur av Fólkatinginum.

 

– Tjóðveldisumboðið arbeiðir tíverri einans við at niðurgera Ríkisfelagsskapin og roynir at uppfinna trupuleikar, ið ikki eru til. Einki er uppbyggjandi. Einki er positivt. Einans knarr, ballada og ein rangvørgur hugburður, ið er Tjóðveldinum so líkt, sigur Bárður Nielsen.

 

– Hvat skal hetta til? Hví skal eitt tjóðveldisumboð veljast aftur á Fólkating? Tann, sum ikki kann vera við til at byggja brúgv millum londini í ríkisfelagsskapinum, hevur lítið at gera á Christiansborg. Fyri ikki at siga einki at gera, heldur Bárður Nielsen.

 

Lesið alla greinina hjá Bárði Nielsen við AT TRÝSTA HER