fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.09.2017 (10:46)

Magnus bleiv formaður

Tað var ein samd landsstýrismálanevnd, sum í morgun valdi Magnus Rasmussen sum formann í nevndini, sigur Kringvarp Føroya.

 

Jógvan Skorheim legði herfyri frá sær sum formaður í landsstýrismálanevndini, tí hann metti ikki, at nevndin hevði nóg góð amboð at arbeiða við. Hann hevur eisini tikið til orðanna fyri at avtaka nevndina.

 

Nýggjur formaður mátti so veljast millum tey trý, sum manna nevndina, Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Annitu á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi og Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri.

 

Siðvenja er, at formaðurin er úr andstøðuni og soleiðis verður eisini tað, sum eftir er av hesum valskeiðnum. 

 

Uppgávan hjá landsstýrismálanevndini er at hava eftirlit við landssstýrinum. Hon kann velja at taka mál upp av sær sjálvum, samstundis um fólk hava møguleika at kæra landdsstýrið og landsstýrisfólk til nevndina.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her