Magnus og Jógvan kveistra løgfrøði til viks

Hóast løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Landsstýrismálanevndini kemur til ta niðrustøðu, at grein 14 stk 2 í hjúnabandslógini er yvirtikin, og at løgmaður tí hevur fyrisitið sítt starv á fullgóðan hátt, so halda Jógvan Skorheim og Magnus Rasmussen, andstøðulimir í Landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum, uppá, at nevnda lógargrein ikki er yvirtikin sum føroyskt sermál.

 

Tað er niðurstøðan, sum landsstýrismálanevndin er komin til nú, áðrenn hon hevur fingið svarskrivið frá løgmanni, sum hon fær í dag. Landsstýrismálanevndin hevur fund klokkan hálvgum níggju í morgun, har hon fer at viðgera málið og helst at almannakunngera niðurstøðuna.

 

Annita á Fríðriksmørk, sum er umboðið hjá samgonguni í Landsstýrismálanevndini – og sum er í minniluta – tekur í niðurstøðuni undir við serfrøðini hjá Løgtinginum og sigur tí, at løgmaður hevur útint starv sítt á lógligan hátt.

 

Fyrr í ár kærdu Bill Justinussen og Jenis av Rana, løgtingsmenn Miðfloksins, løgmann til landsstýrismálanevndina, tí at hann av sínum eintingum hevði yvirtikið grein 14 stykki 2 í hjúnabandslógini.

 

Sum in.fo skilir tað, so »tulka« Jógvan Skorheim og Magnus Rasmussen málið sum eitt mál, sum ikki kann »tulkast«. Teir siga stutt og greitt:

 

– Her er einki at tulka, tí grein 14, stk 2 í hjúnabandslógini er ikki yviritkin!

 

Alt bendir tí á, at niðurstøðan hjá meirilutanum í landsstýrismálanevndini verður, at løgmaður ikki hevur virt stýrisskipanarlógina, og at hann hevur gjørt eitt mistak, sum hann eigur at rætta.