Makrelkvotan minkar 20 prosent

Strandalondini, tað er Føroyar, ES og Noreg, hava í dag undirskrivað eina semju um fiskiskapin eftir makreli í Atlantshavinum komandi ár.

Føroyska kvotan eftir makreli næsta ár verður 102.924 tons, sum er í samsvar við býtislykilin í Makrelsemjuni frá 2014, boðar Fiskimálaráðið frá.

Kvotan lækkar sostatt við 25.731 tonsum, úr 128.655 tonsum í ár niður í 102.924 tons næsta ár. Í 2016 var føroyska kvotan eftir makreli 112.892 tons.

Fiskimálaráðið skrivar eisini, at strandalondunum eydnaðist at semjast um eina langtíðarumsitingarætlan fyri makrelin í Landnyrðingsatlantshavi, sum er burðardygg sambært ICES. 

- Eisini viðgjørdu strandarlondini møguleikan at víðka Makrelsemjuna frá 2014 til aðrar partar, tað eydnaðist tó ikki, boðar Fiskimálaráðið frá.

Strandalondini samdust um at áseta eina felags makrelkvotu á 816.797 tons í 2018. Av teimum fær ES 402.596 tons, Noreg 183.857 tons og Føroyar 102.924 tons. Fimm ára avtalan, sum strandalondini undirskrivaðu í 2014 sigur, at ES skal fáa 49,3% av kvotuni, Noreg 22,5 prosent og Føroyar 12,6 prosent. Tey seinastu 15,6 prosentini eru sett av til onnur lond, sum Ísland, Grønland og Russland. Makrelsemjan úr London í 2014 gongur út næsta ár.