Leita á in.fo

Gunvá við Keldu 08.10.2018 (16:08)

Mál ikki nøktandi lýst

Havi fleiri ferðir gjørt vart við, bæði yvirfyri borgarstjóranum og formonnunum í nevndunum, at tað kemur ov ofta fyri, at nøktandi tilfar ikki liggur í málinum, vit viðgera. Seinasta dømi er viðgerðin í sambandi við øki til landstøð hjá Bakkafrost í Klaksvík. Vit eiga, sum næststørsta kommuna í landinum, at hava eina betri funderaða málsgongd, enn vit hava.

 

Eri ikki í Havna- og Vinnunevndini, og var sostatt ikki við í nevndarviðgerðini, og hevði tí ikki møguleika at hoyra samskifti millum limirnar, sum oftast er ein tíðandi partur av málsviðgerð. Tá ið málið so kom í býráðið, hevði eg bert tilfarið, ið lá í sjálvum málinum, at fyrihalda meg til. Hetta var so avgjørt ikki nøktandi tilfar. Tá ið eg so spurdi á býráðsfundinum, segði borgarstjórin, at har var stovnað annað mál, og segði hann, at har lógu fleiri enn 30 onnur skjøl í hesum máli, sum ikki lógu við til hesa viðgerðini.

 

 

Ynskti málið aftur í nevnd

Hetta gjørdi, at eg skeyt upp, at fáa málið aftur í nevnd, so alt tilfarið kundi takast við í viðgerðina av hesum álvarsmáli, ið er týðandi bæði fyri Bakkafrost og Klaksvíkar Kommunu. Uppskotið fall.

 

Útfrá tilfarinum í málinum dugi eg ikki at síggja, at nóg gott og neyvt samskifti hevur verið ímillum partarnar, og tí er úrslitið ein loysn, sum ikki er serliga góð og gjøgnumhugsað.

 

 

Borgarstjóri og formenn
Borgarstjórin hevur ábyrgd av at býta málini út til nevndirnar og gera skrá til býráðsfundirnar. Nevndarformenninir hava ábyrgd av at gera skrá til nevndarfundirnar og harvið eisini at kanna eftir, at málini eru nøktandi lýst, tá ið tey verða løgd fyri. Ov ofta er komið fyri, at tað ikki er nøktandi og onkur mál eru eisini send aftur í umsitingina, fyri at fáa tey løgd fyri aftur betri gjøgnumarbeidd. 

 

Hjá undanfarnum borgarstjórum, hevur siðvenja eisini verið, at møta til nevndarfundir, tá ið tilber, hóast hetta ikki er møtiskylda. Tað er gott, bæði fyri at fylgja við, hvat rørist og at vera tøkur til spurningar, ið býráðslimir ofta hava í nevndarviðgerðum. Núsitandi borgarstjóri sýnist at hava slept hesari siðvenju, sum eg haldi er óheppi.

 

Sum býráðslimir eiga og skulu vit fáa allar upplýsingar í einum hvørjum málið, ið er til viðgerðar, so vit kunnu taka røttu avgerðirnar. Jú betri hetta forarbeiði er gjørt, jú betri kunnu vit taka skilagóðar avgerðir. Kendi meg noydda at gera hesa áheitan almenna við vón um, at broyting kemur í.

 

 

Gunvá við Keldu,

Býráðslimur


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her