fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 14.4m/s

Leita á in.fo

Tilvildarlig mynd

Annika Kunoy Im 03.01.2018 (07:01)

Málmenningin hjá børnum má raðfestast

2018 verður »Ár fyri málmenning hjá børnum« og í ár verður málmenningin hjá okkara børnum sett í miðdepilin. Endamálið er at økja um tilvitið hjá øllum, sum eru um smæstu børnini, skrivaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum í tíðindaskrivi herfyri.

 

 

–Regluliga hava vit seinastu árini hoyrt bæði námsfrøðingar og lærarar rópa varskó, tí orðfeingið hjá børnunum er skjótt og støðugt minkandi. Vanlig orð hvørva, málfatanin tódnar og enskt trokar føroyskt burtur, sigur landsstýriskvinnan.

 

 

Elin Henriksen, málkøn, segði við Kringvarpið í gjár, at hon kundi hugsað sær, at peningurin, ið er settur av til endamálið, verður brúktur til gransking og at fyriskipa verkætlanir, og at peningur síðani verður settur av næsta ár til at seta verkætlanirnar í gongd.

 

 

–Tøknin er har, hugskotini eru har, fólk sum duga at seta í verk eru har, men tað sum manglar er pengar, sigur Elin Henriksen.

 

 

Hon greiddi frá, at hóast hon heldur, at  smábørn og skíggjar ikki hóska saman, so má meir talgilt tilfar gerast á føroyskum til tey lítlu børnini, tí tað sum tey hyggja at er á donskum og á enskum.

 

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, segði eisini í tíðindaskrivinum, at tað eru støðugt fleiri fleirmælt børn í Føroyum, sum hava trupulleikar við føroyskum. Eisini fyri tey er tað ein greiður fyrimunur, at vit varpa ljós á málmenningina og tær málsligu og mentanarligu avbjóðingar, sum fleirmælt børn kunnu hava.

 

 

Hetta nevdi Elin Henriksen eisini, og greiddi frá, at tað eru skúlaflokkar har ein triðingur ella ein fjórðingur av næmingum ikki tosa føroyskt heima ella eru vaksin upp uttanlands og koma síðani heim.

 

 

– Tá ein so stórur partur av skúlaflokkunum eru fleirmælt, so má tað gerast nógv meir við at læra hesi børnini føroyskt, tí tað er lætt hjá hinum næmingunum, at sláa yvir í enskt. Tí hevði tað verið stór hjálp, um tað var meir máltøkniligt tilfar at læra hesi børnini føroyskt, sigur Elin Henriksen. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her