Málrok í heimsflokki

Champions League: Tað komu tíggju mál í tveimum dystum og tey flestu vóru í heimsflokki

Tað var ikki ódramatiskt, tá tvær av fyrru fjóðringsfinalunum í Champions League vóru spældar í kvøld. Tað endaði við javnleiki 3-3 millum Real Madrid og Manchester City, og 2-2 millum Arsenal og Bayern Munchen.

 

Real Madrid – Manchester City 3-3 (2-1)

 

0-1 Bernardo Silva, 2

 

1-1 Ruben Díaz, 12 sjálvmál

 

2-1 Rodrygo, 14

 

2-2 Phil Foden, 66

 

2-3 Josko Gvardiol, 71

 

3-3 Frederico Valverde, 79

 

Hesin dysturin hevði alt. Mál í heimsflokki, dramatikkur til tað seinasta og gott fótbóltsspæl. Ta endaði við enum javnleiki, sum bæði liðini kunnu liva við. Phil Foden og Frederico Valverde skoraði helst flottastu málini, meðan Bernardo Silva var snildastur, tá hann skoraði fríspark við nærmastu stong.

 

Arsenal – Bayern Munchen 2-2 (1-2)

 

1-0 Bukayo Saka, 12

 

1-1 Serge Gnabry, 18

 

1-2 Harry Kane, 32 br

 

2-2 Leandro Trossard, 76

 

Aftur ein dystur við góðum málum og nógvum dramatikki. Bæði liðini vildu hava brotsspørk, sum tey ikki fingu, og bæði kunnu liva við avrikinum og spælarinum. Mest umstrídda støðan í dystinum var, tá Gabriel í verjuni hjá Arsenal tók bóltin við hondini eftir at málverjin tók málspark – hann ætlaði tó at taka tað umaftur. Hetta bleiv ikki dømt og Thomas Tuchel, venjari hjá Bayern Munchen, var ikki blíður eftir dystin.