Málturkurin hjá Adrian heldur fram

Hillerød leikti javnleik 0-0 móti botnliði á heimavølli

Teir fyrstu fimm kappingardystirnar í 2024 skoraði Adrian Justinussen sjey mál í fimm dystum fyri Hillerød, men tann gongdin er fyribils steðgað upp.

 

Nú hevur Adrian leikt fýra dystir, har hann ikki hevur funnið netmeskararnar hjá mótstøðuliðunum. Talan hevur eisini verið um eina tunga gongd hjá Hillerød, ið bert hevur fingið trý stig hesar fýra dystirnar við trimum javnleikum og einum tapi.

 

Í kvøld leikti Hillerød javnleik 0-0 á heimavølli móti botnliðnum, Næstved í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Hillerød hevði fimm royndir innanfyri málrammurnar hjá Næstved, meðan Næstved bert hevði eina roynd innanfyri málrammurnar hjá Hillerød.

 

Hillerød er tó framvegis fremst í niðara endaspælinum við 36 stigum. Teir eru bert eitt stig frammanfyri AC Horsens, ið er næstfremst við 35 stigum. 

 

Komandi sunnudag spælir Hillerød móti HB Køge á útivølli.