Mamma: Neyðarróp um hjálp undir verkfalli

Mamma 33 ára gomlu fjølbrekaðu Sóley, sum krevur stuðul alt samdøgrið eftir akutta skurðviðgerð, biður nú alment stríðandi partanar um hjálp til dótrina

– Góða Pedagogfelag! Síðani Pedagogfelagið tann 15. desember 2017 herdi verkfallið, so tað eisini umfataði allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum, hevur 33 ára gamla dóttir okkara, Sóley, verið beinleiðis rakt 24 tímar um samdøgrið, tí ófaklærdi stuðulspedagogurin, ið vanliga ansar henni, ikki hevur fingið verið til arbeiðis. Hóast gerandisdagurin hjá teimum, sum eru um Sóley, fyri tað mesta snýr seg um at halda henni á lívi, sigur Pedagogfelagið, at einki undantak fæst frá verkfallinum, tí hennara støða er ikki lívshættislig. Lat vera sagt beinanvegin, at einki kundi verið meira skeivt enn tað!

 

Soleiðis skrivar Sigrid Sivertsen í Hoyvík í umbøn til Pedagogfelagið, sum hon eisini hevur sent landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, og forkvinnuni í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Anniku Olsen .

 

– Støðan hjá Sóley er tann, at hon er fjølbrekað og býr heima, men 24 tímar um samdøgrið skal hava hjálp til alt. Hon skal hava hjálp til at eta, hjálp til at sleppa av aftur við tað, hon hevur etið, hon skal vendast, latast í og úr, og so skal hon eisini hava masku annanhvønn tíma um dagin fyri at fáa hildið andadráttinum uppi. Um náttina andar hon sjálv, tí tá hvílir hon, men framvegis skal hon vendast, skrivar mamman.

 

Hon vísir á, at síðani verkfallið byrjaði, hevur Sóley onga hjálp havt yvirhøvur, tí stuðulspedagogurin ikki er til arbeiðis. Vanliga er hon á Virkni í dagtímunum, men har er stongt, og heldur ikki kann hon sum vanligt fáa umlætting á Frítíðarheiminum í eini tvey samdøgur nú og tá, tí har er eisini stongt.

 

– Hetta merkir alt samalt, at eg nú má taka mær av henni so at siga alla tíðina, tí vit hava ikki aðrar møguleikar. Maður mín, Júst, hevur fingið hjálpt væl til at ansa dóttir síni um jólini, tí hann hevur havt nakrar frídagar, men sum tímaløntur lastbilførari kann hann ikki vera frá arbeiðinum í dagavís upp á tann mátan, tí so fær tað stórar fíggjarligar avleiðingar og kann í ringasta føri hava uppsøgn við sær, skrivar Sigrid Sivertsen.

 

Alt brævið frá Sigrid Sivertsen kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER