Mannagongdin skal ikki broytast

Borgarstjórar fáa góða løn tí at teir eiga ikki hava fleiri størv

Mannagongdin, har eitt kommunustýrið skal loyva einum borgarstjóra at hava sæti á Løgtingið eisini, eigur ikki at verða broytt.

 

Tað heldur Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, nú Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, at eitt býráð skal ikki sleppa at nokta einum borgarstjóra at sita á Løgtingi samstundis.

 

Hann sigur, at kommunulógin krevur av einum borgarstjóra at hann fult og heilt skal røkja starvið sum ovasti fyrisitingarligi leiðari fyri kommununa.

 

Tey, sum taka undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum, siga, at tað er ódemokratiskt, at nøkur fá fólk í einum kommunustýrið skulu kunna nokta einum fólkavaldum borgarstjóra at vera løgtingslimur eisini.

 

Ingolf S. Olsen staðfestur, at í roynd og veru er ein borgarstjóri ikki fólkavaldur. Tað er nevniliga kommunustýrið sum velur hann at hava ovastu fyrisitingarligu leiðsluna í eini kommunu.

 

Og hann heldur, at tá ið ein letur seg velja til borgarstjóra við teirri fortreyt at kommunustýrislógin sigur, at tað er eitt fulltíðarstarv, eigur tað eisini at vera so, at kommunustýrið skal gera av um hann eisini kann verða løgtingslimur.

 

 

Les eisini: Nøkur fá skulu ikki sleppa at siga nei

 

 

– Eisini tá ið tað snýr seg um lønina hjá borgarstjóranum, stendur tað, at borgarstjórin hevur skyldu at røkja sítt starv av heilum huga og tí skal hann eisini hava løn fyri starv sítt sum borgarstjóri, sigur Ingolf Olsen.

 

– Tað merkir, at lønin til borgarstjóran er ásett eftir, at hann er borgarstjóri fulla tíð, og ikki hevur annað starv, leggur hann afturat.