fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 3.5m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 16.07.2017 (14:55)

Manningin á Polar Nanoq skal vitna týsdagin

Rættarmálið ímóti einum 30 ára gomlum manni, sum er skuldsettur fyri at hava dripið 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir í Íslandi í januar, kemur nú fyri rættin í Íslandi.

Millum tey, sum skulu vitna í málinum, er manningin umborð á trolaranum Polar Nanoq. Maðurin, sum er skuldsettur fyri drápið, var við Polar Nanoq. Myndugleikarnir hava áður sagt, at 13 av manningin skulu geva frágreiðing í rættinum – teirra millum eru onkrir føroyingar. 

Iceland Monitor skrivar, at rættarmálið verður møguliga seinkað nakað, tí bíðað verður eftir einari kanning hjá týskum rættarlækna. Ikki fyrr enn hendan kanning er liðug, kann tann skuldsetti avhoyrast í rættinum.

Men sambært Iceland Monitor liggur tað fast, at manningin á Polar Nanoq skal avhoyrast týsdagin, tí teir eru bert stutta tíð í Íslandi.