Leita á in.fo

Mynd. Scanpix

Barbara Holm 16.04.2018 (12:01)

Margretha Drotning hevur føðingardag í dag

Margretha Drotning av Danmark fyllur í dag 78 ár. Hetta er fyrstu ferð í 50 ár, at hon trínur út á balkongina uttan Heindrikk prins, sum doyði fyrr í ár. 

 

 

Tó so verður um umgird av familju síni, tá ið hon veittrar til tey, sum eru komin at heilsa henni tillukku við degnum. Tað skrivar Kongshúsið í dag. Men tað er ikki bert familjan hjá Drotningini, sum stuðlar henni. Tí ein nýggj kanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Tv2 og Politiken vísir, at danska kongsveldi er blivið betri umtókt seinastu tíðina - um enn kongafamiljan hevur verið vælumtókt áður eisini. 

 

 

 

Heili 79 prosent av danskarum halda nú í 2018, at Danmark skal varðveita kongsveldi. Tað er tekin um, at fólki vísir sympati og stuðul fyri Drotningini, tí tey halda, at hon hevur havt eina trupla tíð. enn meira stuðul, enn tey kanska plaga, sigur Lars Hovbakke Sørensen, søgufrøðingur á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við Tv2. 

 

 

Somuleiðis sigur hann, at tá ið Margretha Drotning tók við trúnuni eftir pápa sín í 1972, vóru tað einans 50% av danskarum, sum vóru stuðlar hjá kongsveldinum. Tað er í dag klokkan 11 føroyska tíð, at Margretha drotning heilsar fólkinum á sínum føðingardegi, og fleiri danskar sjónvarpsstøðir senda beinleiðis frá hesum. Millum annað Tv2 og DR. 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her