Maria Montell komin til landið

Klokkan 17:30 í annaðkvøld trínur hon á pall á Tórsfest á Vaglinum í Havn.

 

Songkvinnan Maria Montell, sum einaferð varð kend sum unnustan hjá Fríðriki krúnprinsi, hevur givið út átta fløgur sum solistur og sangskrivari. Løg sum »Jeg er her for dig«, »Sådan går det hvergang«, »Svært at være gudinde«, »Kys mig op til himlen«, »Her er gude godt, at være« og »Imens hun sang (Di da di)« hava verið nógv spæld á donskum útvarpsrásum í 90’unum. 

 

Størsta hittið hjá Maria Montell er uttan iva »Di DaDi«, tí lagið gjørdi, at Maria Montell eisini bleiv kend uttan fyri Danmark. Lagið gjørdist millum annað sera kent í Asia og tað hevur eisini verið nýtt í fleiri lýsingum fyri Elida, Pepsi, Panasonic, Kloster Beer, Autan Fresh og Aiwa. 

 

Maria Montell hevur seinnu árini verið sera virkin sum jazz songkvinna millum annað í »Jazz Galla« saman við Benjamin Koppel. Hon hevur ein stóra kærleika til jazz og bossa nova, og tað hoyrist serliga væl á teimum seinnu útgávunum. 

 

Maria Montell er gift við filminstruktørunum Tomas Villum Jensen.