Mariah Carey setir met

Jólahitt hennara røkkur tónatindarnar.

Fyri 24 árum síðani sang unga Mariah Carey sangin All I Want For Christmas Is You.

 

 

Tað var í 1994.

 

 

Sangurin er síðani vorðin ein jólaklassikari, ið verður nógv spældur um jóltíðir, og hevur nú sett met. Jólaaftan í ár varð sangurin tann mest spældi í ein dag, og varð stroymdur 10.819.009 milliónir ferðir á globala Spotify listanum.

 

 

Fyrr í ár kom fram, at Carey, og sangskrivarin Walter Afanasieff, sum hon skrivaði sangin saman við, vinna nógvan pening hvørt ár fyri sangin í sonevndum “royalties”, - eini 3 milliónir, og tá so konsertir leggjast afturat, verður upphæddin eini 400 milliónir krónur.