Mariann til Paris Fashion Week

Um vikuskiftið hevur mótavikan í París - Paris Fashion Week - verið. Millum teirra, sum hava gjørt sítt íkast, er Mariann Klein Ivansdóttir úr Vestmanna. Hon var partur av backstage-toyminum hjá Balmain Hair, sum var undir leiðslu av Nabil Harlow, sum er Master Hair Designer hjá Balmain Hair.

 

- Tað er ótrúliga stórt at sleppa at gera hár backstage til fronsku mótavikuna. Tað er dreymurin hjá øllum frisørum. At gera tað til Balmain-showið er enn meira serligt, tí tað er mest prominenta mótahúsið, sum er, sigur Mariann Klein Ivansdóttir, sum er við fyri fjórðu ferð.

 

Millum áskoðararnar til mótashowini eru vanliga tey kendu av teimum kendu. Eitt nú fótbóltsstjørnur sum Neymar, filmsstjørnur, toppmodellir og umboð fyri størstu mótabløðini kring heimin. Tað er eitt nú sniðgevanum, Olivier Rousteing, at takka.

 

- Hann er heilt fantastiskur sniðgevi og ein sonn gáva til mótaheimin, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.

 

Balmain-mótashowið er endin á mótavikuni í París í Fraklandi.