Marius á Voxbotn 2017

– Enn eitt føroysk navn er komið afturat á plakatina hjá Voxbotn, sum verður 24. juni. Fyriskipararnir kunngera í dag, at Marius eisini verður við á ársins konsertdegi í Vágsbotni í summar, skriva fyrireikararnir av Voxbotn í tíðindaskrivi í morgun:

 

Oddamaðurin Hans Marius Ziska gjørdist veruliga kendur á føroyska tónleikapallinum í Prix Føroyum 1999, tá Flux í hvítum ketildraktum, fingu allar føroyingar at nikka við til Mr. Headless. Flux var eins og Marius Ziska í stóran mun Hans Marius, og longu tá var týðiligt, at her var talan um ein ungan mann við ótrúliga góðum oyra fyri góðum popprokkløgum.

 

Hann hevur síðan tá roynt seg innan tungmálm, rokk og seinastu árini við inniligum alternativum poppi, har hann veruliga er farin at blóma. 

 

Tá Ferðaráðið skuldi velja ein føroyskan sang til sína lýsingaherferð fyri Føroyum sum ferðaland á vetri, so fall valið á lagið Going Home við Marius Ziska. Hetta melankolska lagið saman við vøkru myndunum av Føroyum skapa eina ótrúliga inniliga mynd av okkara landi.

 

Voxbotn er fegið at kunna bjóða einum av Føroya bestu og mest spennandi nøvnum Marius heim aftur á pallin hjá Voxbotn, leygardagin 24. juni. 

 

Umframt Marius hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Jonas Blue, Thomas Helmig, Mads Langer, Guðrið Hansdóttir, Wolfgang, Gulddreng, Martin Jensen, Glóð, Hanne Boel og Signar í Homrum eisini fara at luttaka á Voxbotn 2017. 

 

Forsølan til Voxbotn 2017 hevur gingið betur enn nakrantíð og longu nú, heilar fýra mánaðir áðrenn tiltakið verður, er so gott sum útselt. Bara nøkur heilt fá atgongumerki eru eftir í Kunningarstovuni í Havn og Expert í SMS og fyriskipararnir vænta tí, at tað verður heilt útselt í dag.