Leita á in.fo

13.12.2005 (13:46)

Marjus Dam 50ár

Marjus varð føddur og vaks upp í Havnini - í økinum við Landavegin millum bryggjaríið og Debusartrøð. Foreldrini vóru Dorthea og Oluf Dam, sum bæði vóru úr Sandavági. Hon var fødd 25. oktober í 1922, og hann var føddur 18. juli í 1925. Dorthea doyði 20. februar í 2002, og Oluf doyði 16. juli í 2004. Tey fýra børnini hjá teimum eru: Marjus føddur í 1955, Josefina Dam Haraldsen í 1957, Ben Eli í 1958 og Erling í 1960. Ben Eli býr í Esbjerg, og Josefina og Erling búgva í Havnini.
Oluf var maskinmeistari. Hann sigldi, og so var hann í nógv ár maskinmeistari hjá SEV. Tá ið yngsti sonurin var stórur skúladrongur, fór Dorthea at arbeiða hjá Karl Joensen, og hon var í Fótbúna í mong ár.
Marjus var liðugur í Hoydølum í 1975. Hann var millum tey tólv, sum hetta árið ikki fingu prógv. Hann vildi ikki ganga við til, at skrivliga próvtøkuuppgávan í lívfrøði varð umsett til danskt, áðrenn hon var vigað.
Eftir at hava arbeitt á Tunnuvirkinum í eitt ár, fór Marjus í 1976 til Århus at lesa medisin. Eftir at hava lokið prógv, flutti hann fyrst í 1985 aftur til Føroya. Hann arbeiddi sum hjálparlækni og 1. hjálparlækni á Landssjúkrahúsinum, og hann loysti av sum kommunulækni í Havnini og eisini í Sandoy og Klaksvík. Í 1992 - eftir at Georg Egholm hevði lagt frá sær - gjørdist hann kommunulækni í Vágum, og í tí starvinum hevur hann verið síðani.
Undan løgtingsvalinum í 1998 boðaði Ivan Johannesen frá, at hann ætlaði at taka seg úr politikki. Tá varð Marjus Dam, sum ikki hevði verið uppi í partapolitikki áður, stillaður upp. Marjus hevði skrivað nógv um fasta sambandið um Vestmannasund. Hann varð í fyrstu royndini valdur á ting, og á valunum í 2002 og 2004 var heldur eingin ivi millum vágafólk um, at Marjus Dam skuldi umboða tey á tingi.
Marjus er limur í mentunarnevndini og rættarnevndini, og samstundis arbeiðir hann so nógv, sum tað ber til, sum kommunulækni. Tað bóru skráin í gjár og í dag boð um. Hann var í læknaarbeiði langt út á mánakvøldið, og í dag var hann í tinginum. Har var eitt av málunum á dagsskránni 2. viðgerð av uppskotinum um positivt at tilskila forboð at gera mun á fólki vegna kynsliga orientering. Í hesum er Marjus ógvuliga avgjørdur, og tað er hann ofta. Ikki minst tá ið tað ræður um sambandið millum Føroyar og Danmark og etiskar og moralskar spurningar.
Í 1984 giftist Marjus Ingu Poulsen. Hon er dóttir Elina og Høgna Poulsen og uppvaksin í Miðvági. Inga Poulsen Dam er sóknarprestur í Norðstreymoyar og Vága prestagjøldum. Inga og Marjus eiga fýra børn: Elin Doris fødd í 1985 varð studentur síðsta summar, Høgni føddur í 1986 gongur síðsta árið í Hoydølum, og Óluva fødd í 1988 og Oluf føddur í 1990 ganga í skúla á Giljanesi.
Marjus lærdi at spæla orgul hjá Miu Waagstein, og árini í Hoydølum spældi hann violin hjá Eriki Petersen, sála. Violinspælið hevur hann ikki gjørt so nógv við síðani. Sum ungur spældi hann orgul í Meinigheitshúsinum í Havnini. Hann er altíð í kirkju sunnumorgun, og tað kemur fyri, at hann loysir av sum organistur. Honum dámar væl at fáast við mekanikk og at skrúva, men síðstu árini hava ikki verið so góðar stundir til nógv onnur ítriv enn onkran frískligan túrin á motorsúkkluni.
Frá kl. 19.30 í kvøld ber til at heilsa upp á Marjus heima við hús í Miðvági.J


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her