info
Ongi úrslit

Martin Agnarsson á vøllin fyri Viborg

Steypakapping: Martin Agnarsson fekk fyrstu minuttirnar á vøllinum fyri Viborg í 3-2 sigri

Tróndur Arge
19. oktober 2022 kl. 22:15

Viborg FF hevur í dag vunnið seg víðari til 4. umfar í donsku steypakappingini. Samstundis fekk føroyski Martin Agnarsson sínar fyrstu minuttir á Superliga-liðnum, eftir skiftið frá B36 í summar.

Viborg FF var á vitjan hjá Ishøj IF í Keypmannahavn í dag. Gestirnir spæla í Superliguni og vóru stórfavorittar móti Ishøj IF, sum spælir í fjórðbestu deildini í Danmark.

Tí kom tað óvart á, at vertirnir løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki. Eftir nakað av hørðum stríðið kom Viborg upp á 1-1 eitt korter fyri tíð. Tað var ikki nokk til at vinna dystin. Í longdu leiktíðini kom Ishøj aftur á odda.

Nú valdi venjarin at seta Martin Agnarsson á vøllin, tá 105 minuttir vóru spældir. Tað skuldi vísa seg, at verða ein góð avgerð, tí í 116. minutti javnaði Viborg. Fýra minuttir seinni avgjørdi Clint Leemans við máli til 3-2 til Viborg, sum er víðari.

Ishøj IF-Viborg FF 2-3

1-0 Christian Offenberg (16.)

1-1 Mads Lauritsen (76.)

2-1 Daniel Stückler (92.)

2-2 Alassana Jatta (116.)

2-3 Clint Leemans (120.)

Uppstilling:

Mikkel Andersen - Daniel Anyembe, Mads Lauritsen, Zan Zalatel, Oliver Bundgaard - Jakob Bonde, Mads Søndergaard, Jan Zamburek - Nils Mortimer, Alassana Jatta, Elias Achouri

Innskiftingarnar:

Ibrahim Said fyri Nils Mortimer (46.)

Clint Leemans fyri Jakob Bonde (61.)

Jonas Thorsen fyri Daniel Anyembe (61.)

Sofus Berger fyri Elias Achouri (69.)

Nicolas Bürgy fyri Mads Laurtisen (93.)

Martin Agnarsson fyri Oliver Bundgaard (106.)

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nú er nýtt etiskt ráð farið til verka

24 minuttir síðan
Tíðindi

Minnisvarðin skal gerast lættari atkomuligur

1 tími síðan
Tíðindi

Vil lata lág­inn­tøku­húskj­um 5.000 krónur aftrat

2 tímar síðan
Tíðindi

Búskaparráðið: Mót­rokn­ing í fólka­pen­sjón­ini átti at ver­ið herd

2 tímar síðan
Tíðindi

Tesla og SpaceX kunnu verða løgd saman

2 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff komin til Russlands at hitta Putin

3 tímar síðan
Tíðindi

Aftur í gjár: Níggju fingu bót og klipp á Vaglinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Birna Mikkelsen var besti leikarin í september

5 tímar síðan
Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

11 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

12 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

12 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

12 tímar síðan