Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 09.08.2018 (21:17)

Matiné í Havnar kirkju

Leygardagin 11. august kl. 11.30 fara Kenneth Jones og Birgitte Schnakenburg at spæla til matiné í Havnar kirkju.

 

Kenneth Jones er trompetleikari. Hann starvast á musikkskúlum kring landið, og er væl kendur í føroyska hornorkesturheiminum. Upprunaliga er hann úr Wales, men hevur nú í nógv ár búð og arbeitt í Føroyum.

 

 

Birgitte Schnakenburg spælir klaver og arbeiðir Tórshavnar musikkskúla, har hon bæði undirvísir í klaver og hevur fylgisspælið, tá ið næmingar, sum spæla onnur ljóðføri, hava tørv á fylgisspæli. Birgitte er upprunaliga donsk, og hevur eisini í nógv ár búð í Føroyum.

 

 

Kenneth og Birgitte hava spælt saman í fleiri ár og havt nógvar konsertir saman. Tey hava eisini givið út fløgu við tónleiki fyri trompet og klaver.

 

 

Leygardagin fara tey at spæla tónleik av Kenneth Jones og Pauli í Sandagerdi.

 

 

Kenneth hevur lagt løgini Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, Einki er sum summarkvøld við strendur og danska lagið I skovens dybe stille ro til rættis fyri trompet og klaver.

 

 

Birgitte fer at spæla fýra sangir eftir Paula í Sandagerði: Vísa, Flýgur tú lógv, Træið og Fjarlagt hvesti hann sjógvin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her