Matstova letur upp undir vatni

Í kvøld letur fyrsta matstovan í Evropa, sum er bygd undir vatni, upp við Lindesnes í Noregi.

Nú letur matstovan Under upp, sum norsku brøðurnir, Stig og Gaute Ubostad, hava latið byggja við Lindesnes í Noregi. Høvuðskokkur verður danin, Nicolai Ellitsgaard Pedersen.

 

Sambært norskum miðlum er hetta fyrsta matstova í Evropa, sum er bygd undir vatni, og tað er minni enn hálvt triðja ár síðan, at brøðurnir almannakunngjørdu sína verkætlan.

 

Í kvøld letur matstovan so upp alment, og tað er rættiliga stórur áhugi fyri henni. Longu meira enn eitt ár fyri upplating, høvdu 1200 fólk bílagt sær pláss á matstovuni.

 

Tað merkir, at henda serstaka matstova longu var fullteknað teir fyrstu 21 dagarnar - stívliga eitt ár fyri upplating. Hvussu nógv hava teknað seg, nú matstovan letur upp í kvøld, vita vit ikki.

 

- Hetta er ógvuliga spennandi, og vit eru sera stoltir, lættir og spentir, sigur annar av brøðrunum, Gaute Ubostad, við Aftenbladet, samstundis sum hann hyggur út í havdýpið ígjøgnum stóra rútin.

 

Á matstovuni, sum sambært norskum miðlum kostar einar 50 miljónir norskar krónur, er pláss fyri 40 gestum í senn, og her verður borðrreitt við øllum tí góða, sum gestirnir ynskja sær.

 

Men, tað verður heldur ikki bíligt at eta á matstovuni Under við Lindesnes, og her fæst ein máltíð neyvan fyri minni enn 2000 norskar krónur.

 

- Áhugin hevur verið ómetaliga stórur, og tað er ógvuliga stuttligt, at tað ikki minst er lokala fólkið her um leiðir, sum vísir stóran áhuga, sigur høvuðskokkurin, Nicolai Ellitsgaard Pedersen.

 

Spurdur, um málið hjá teimum er at røkka Michelin-stjørnum, sigur høvuðskokkurin, at tað hava tey ikki hugsað nakað serligt um.

 

- Men, tey mugu gjarna koma, og tað hevði verið deiligt, um teimum dámdu matin, eg geri. Men, eg skal í fyrsta lagi gera mat til okkara gestir – og ikki til Michelin-inspektørar, sigur høvuðskokkurin.

Keldur: www.dn.no/ aftenbladet.no