Matstovan Barbara í Havn hevur í kvøld vunnið heiðurin sum »Årets fiske- og skalddyrsrestaurant 2017« hjá Den Danske Spiseguide.
Í kvøld er danska matstovuvinnan savnað á Frederiksminde Hotel í Præstø í Suðursælandi, har Den Danske Spiseguide heiðrar matstovur og fólk í vinnuni.
Úr Føroyum er matstovan Barbara innstillað til »Årets fiske- og skalddyrsrestaurant 2017«.
John Mikkelsen, yvirtænari á Áarstovu sum »Årets tjenerprofil«
Poul Andrias Ziska, kokkur á Koks, sum »Årets kokkeprofil«
Fyri løtu síðani varð kunngjørt, at Barbara hevur vunnið heiðurin sum »Årets fiske- og skalddyrsrestaurant 2017«.
Hinar matstovurnar, sum kappaðust við Barbaru um heiðurin, vóru:
Admiralen, Kolding
Essens, Frederikshavn
Fishmarket, København
Pihlkjær, Aarhus