fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.02.2017 (09:37)

Mátti leggjast inn á sjúkrahús

 Maðurin, sum breyt inn í læknaviðtaluna í Kollafirði, varð innlagdur á Landssjúkrahúsið í gjárkvøldið.

 

Tað var um náttúrðatíð í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um, at onkur var í ferð við at bróta inn í læknaviðtaluna í Kollafirði.

 

Løgreglan fekk fatur á manninum, sum hevði brotið inn eftir heilivági Maðurin, sum var blaðungur, var so mikið ávirkaður, at løgreglan gjørdi av at fáa hann innlagdan á Landssjúkrahúsið av trygdarávum

 

Annars vóru boðini í gjárkvøldið, at hann var leyslatin, men avgerð varð so ístaðin tikin um at fáa hann innlagdan av trygdarávum.

 

Hann er skuldsettur fyri innbrotið og skal so fyri rættin seinni.