Máttu sjálvir vaska í Vágsbotni

Tað var ikki tespilig sjón, sum Mortan Johannesen fekk, tá hann í morgun skuldi gera seg til reiðar at selja fisk í Vágsbotni.

 

– Her sá ræðuligt út, og her luktaði ill. Her lógu spýggjklattar og her stinkaði av landi og øli, sigur Mortan Johannesen, sum ikki er sørt argur inn á, at tað var so illa ruddað upp eftir stóra tiltakið leygarkvøldið.

 

– Tað kann ikki vera rætt, at vit sum selja fisk her skulu rudda hetta uppaftur. Og tí havi eg gjørt vart við tað á býráðnum, og tey hava lovað at hyggja upp á tað, sigur Mortan Johannesen.

 

Men tað ringast heldur hann vera, at øll ferðafólkini skulu síggja hetta.

 

– Tey hava tikið myndir av óhumskuni her í morgun, eg hugsi bara, Gud viti hvat tey halda, sigur Mortan Johannesen.

 

 

Eftir at vit tosaðu við Mortan Johannesen komu fólk frá býrðanum nú seinnapartin at vaska kring sølutorgið.