Matvinnan blomstrar

Tvær nýggjar matvinnufyritøkur vórðu settar á stovn í síðstu viku.

Tvær nýggjar matvinnufyritøkur vórðu settar á stovn í síðstu viku. Talan er um Smyrjibreyðssmáttuna, sum Eloisa Lacap Poulsen av Eiði og Xylene Mary Bernardo úr Sørvági hava sett á stovn og Rísflís, sum brøðurnir Pætur og Filip Larsen úr Havn hava sett á stovn. Rísflís fer at veita tænastur innan framleiðslu av mati, skundverða og catering, meðan Smyrjibreyðssmáttan skal reka matstovu og matsølu.

 

Bæði feløgini eru skrásett sum íverksetarafeløg, har kravið til partapening bara er eina krónu. Fleiri onnur íverksetarafeløg vórðu eisini stovnað í farnu viku.

 

FD-Electric skal veita ráðgeving innan el-tænastur, Kvistur/Timbur & Orka skal reka handilsvirksemi og JWM veitir undirhald.

 

Eitt kanska meiri kent felag er nú skrásett sum smápartafelag. Tað er filmsframleiðaraverkstovan Raclip hjá Pæturi Høj í Runavík.

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni síggjast her.