May: Nú halda vit fram við arbeiðnum við brexit

Bretska forsætisráðfrúan fer í morgin á toppfund í Brússel, eftir at hon í kvøld vann eina misálitsatkøvðugreiðslu í Konservativa flokkinum.

 

Theresa may hevur eina »endurnýggja ætlan«, eftir at hon í kvøld klára seg ígjøgnum eina misálitisatkvøðugreiðslu í konservativa tingbólkinum.

 

– Eftir hesa atkvøðugreiðsluna skulu vit víðari í arbeiðinum við at levera brexit til bretska fólki og byggja eina framtíð fyri land okkara, segði Theresa May í eini stuttari viðmerking.

 

Hon lovar at lurta eftir floksfeløgum, sum reistu misálitisuppskot ímóti henni.

 

200 konservativir politikarar stuðlaðu Theresu May í álitisatkvøðugreiðsluni, meðan 117 atkvøddu ímót henni.

 

– Eg eri takksomu fyri stuðulin, men nógvir starvsfelagar atkvøddu ímóti mær, og eg havi lurtað, segði Theresa May.

 

Hon hevur ein »endurnýggjaða ætlan«, sum gongur út upp á at savna landið aftur, sigur hon og heitir á politikarar frá øllum síðum um at standa saman.

 

Forsætisráðfrúan leggur afturat, at hon fer aftur til Brússel í morgin at biðja um »rættarliga og politskar trygdir« um tann sonevnda bakstopparan.

 

Tað er ein skipan, sum skal gera, at tað markið ikki verður so hart ímillum bretska Norðurírland og ES-landið Írland.

 

Samstundis er tað eitt av punktunum í brexitavtaluni, sum hevur skapt mesta kjakið.

 

Konservativir ES-skeptikarar óttast, at bakstopparin kann merkja, at Stórabretlan verður bundið at ES-tollsamgonguni í óásetta tíð.

 

/ritzau/