fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 11m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 17.06.2017 (19:50)

May: Stuðulin til tey raktu ikki nóg góður

Bretska stjórnin boðar frá nýggjum tiltøkum í samband við eldin í háhúsi í London. Millum annað verður sagt, at íbúgvarnir í háhúsinum skulu hava nýggjan bústað innan tríggjar viku. 

 

Stuðulin til familjurnar, sum høvdu tørv á hjálp eftir eldin, var ikki nóg góður. Tað sigur bretski forsætisráðharrin, Theresa May. 

 

 

Les eisini: 58 fólk deyð í eldinum í London

 

 

- Satt at siga var stuðulin til familjurnar, sum høvdu tørv á grundleggjandi kunning ella hjálp ikki nóg góð fyrstu tímarnar eftir ræðuligu vanlukkuna, segði May á fundi við offur og avvarðandi í dag.

 

- Fólk mistu alt í eldinum og høvdu bert tey klæði, tey vóru í, sigur May, sambært Ritzau. 

 

Tí sigur May nú, at stjórnin hevur sett eina freist á tríggjar vikur til at geva øllum teimum raktu tak yvir høvdið. Fleiri starvsfólk skulu tryggja, at offrini fáa tað hjálp, tey hava tørv á. Umframt hetta verða tiltøk eisini sett í verk, har øll háhús skulu undir trygdarkanning. 

 

Men hesi tiltøk eru møguliga ikki nógv mikið til at minka um atfinningarnar móti, hvussu leingi tað hevur tikið forsætisráðharranum at geva offrunum nøktandi hjálp. 

 

Fríggjadagin segði May, at stjórnin fer at gera ein grunn á fimm milliónir pund. Pengarnir skulu nýtast til neyðhjálp, mat, klæði og aðrar útreiðslur. Harumframt fáa offrini hjálp til at finna nýggj heim og at fáa atgongd til bankar og reiðan pening. 

 

 

Nógvir bretar halda, at stjórnin hevur ein part av ábyrgdini fyri vanlukkuna. Og mótstøðufólkini hjá May ákæra hana fyri at ikki hava reagerað á ein hóskandi hátt eftir vanlukkuna. 

 

 

Løgreglan hevur váttað, at 30 fólk eru deyð, meðan 28 onnur eru saknað og tey metir man eisini eru deyð í vanlukkuni. 

 

 

/ritzau/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her