May tapt stórt í Undirhúsinum

Brexitavtalan hjá Theresu May fall við einum braki í bretska Undirhúsinum í kvøld. 432 atkvøddu ímóti og 202 fyri

Brexitavtalan hjá Theresu May fall við einum braki í bretska Undirhúsinum í kvøld. 432 atkvøddu ímóti og 202 fyri.

 

Theresa May sigur í eini fráboðan beint eftir søguligu atkvøðugreiðsluna, at hon fer at leggja fram realistisk uppskot til ES um nýggju støðuna.

 

Labourleiðarin Jeremy Corbyn sigur, at tapið hjá May-stjórnini er tað størsta í tjóðartinginum síðani 1920'ini.

 

– Ein útmeldan úr ES uttan eina avtalu má nú takast av borðinum, sigur Corbyn.

 

/ritzau/Reuters