May vil ikki lata skotar fara

Theresa May, forsætismálaráðharri í Bretlandi, hevur lítlan hug at lata skotar fáa ein fólkaatkvøðu um loysing frá Bretlandi. Tann næsta síðan 2014.

 

Fyrsta ráðkvinnan í Skotland, Nicola Sturgeon úr skotska tjóðaskaparflokkinum, hevur sagt, at Brexit hevur gjørt eina nýggja støðu fyri Skotland, ið krevur, at skotska fólkið enn einaferð skal spyrjast um støðu Skotlands í bretska ríkisfelagsskapinum.

 

Yvir 60% av skotum valdu at verða í ES í fólkaatkvøðuna um Brexit seinasta summar.

 

Theresa May sigur, at hon vil samráðast um eitt Brexit sum eitt felags land og ikki sum eitt land, ið er við at detta sundur. Hon sigur, at eisini vil eitt úrslit, ið kemur øllum Skotlandi til góðar.

 

Nicola Sturgeon hevur sagt, at hon vil hava eina fólkaatkvøðu áðrenn Brexit samráðingarnar eru lidnar, so skotska fólkið kann avgera sína egnu lagnu í ES og ikki fara úr, fyri síðani seinni at fara inn aftur.