Medina bót fyri at koyra skít og skeiv

Danska poppstjørnan Medina fær 43.000 krónur í bót fyri at koyra ávirkað

Danska poppstjørnan Medina fær 43.000 krónur í bót fyri at koyra ávirkað.

 

Í juli koyrdi Medina bil, meðan hon var ávirkað av bæði kokaini og alkoholi. Alkoholpromillan var á 1,13.

 

Tað kostar henni eina bót upp á 43.500 krónur og hon missir koyrikoyrti treytaleyst í trý og eitt hálvt ár.

 

Soleiðis ljóðar avgerðin í Rættinum í Helsingør í dag.

 

Songkvinnan møtti ikki sjálv í rættinum, men tað gjørdi verji hennara sum upplýsti, at hon játtar seg seka.

 

Tann 35 ára gamla poppstjørnan, sum fyri stuttum broytti navnið til Frederikke Hansen, varð steðgað av løgregluni á Nordre Strandvej í Hornbæk í Norðursælandi ólavsøkudag í fjør klokkan trý korter til fimm um morgunin.

 

Í rættinum kom fram, at løgreglan máldi promilluna til 1,13. Harumframt hevði hon kokain í blóðinum í so stórari mongd, at tað fór upp umm »bagatellmarkið«.

 

Við rúsdrekka- og narkokoyring verður bótin sett eftir inntøkuni.

 

Ákærin kravdi tí, at hon varð dømd eina bót upp á 23.000 krónur fyri rúsdrekka koyrin go 20.500 fyri kokainkoyring.

 

Advokaturin hjá Medinu læs upp úr frágreiðing hennara til løgregluna í røttinum. Yvir fyri løgregluni játtaði hon at hava koyrt bil, meðan hon var ávirkað av bæði rúsdrekka og kokaini.

 

Fyrr sama dag spældi hon á Langelandsfestivalinum, har hon sambært henni sjálvari fekk eitt glas av víni. Seinni var hon í býnum í Keypmannahavn, har hon viðgongur, at hon tók ein bana av kokaini.

 

Hon mintist tó ikki, júst hvussu nógv kokain hon hevði tikið.

 

/ritzau/