Leita á in.fo

- Eg havi fult álit á Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu sum nýggjur borgarstjóri í Kunoyar kommunu.

Vilmund Jacobsen 31.08.2016 (23:21)

Meiken fer niður at útbúgva seg

Í kvøld hevur bygdaráðið í Kunoyar kommunu gjørt av at ganga umsóknini hjá borgarstjóranum, Meiken Sólheyg Michaelsen, á møti. Meiken hevur søkt um farloyvi í starvinum sum borgarstjóri frá 1. september til 31. desember 2016.

 

Á bygdaráðsfundi í kvøld er eisini samtykt, at tað verður Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, sum býr í Haraldsundi, ið tekur við borgarstjórastarvinum í Kunoyar kommunu.

 

- Sóleyð er ein ung, røsk og dugnalig kvinna, og vit hava samstarvað væl í bygdaráðnum. Eg havi fult álit á henni sum nýggjur borgarstjóri í kommununi.

 

Tað sigur Meiken Sólheyg Michaelsen við In.fo eftir bygdaráðsfundin í kvøld.

 

- Orsøkin til, at eg havi søkt um farloyvi, er, at eg fari uttanlands í lestrarørindum. Eg fari til Danmarkar at lesa tað, sum danir rópa “ernæringsassistent”.

 

Meiken Sólheyg Michaelsen hevur arbeitt í køkinum innan eldraøkið, og tað er hesa leiðina, hon nú fer at útbúgva seg.

 

- Samstundis, sum eg nú fari í farloyvi, havi eg boðað frá, at eg stilli ikki uppaftur til kommunuvalið í heyst. Hetta hevur verið ein áhugaverd tíð sum borgarstjóri, og tað var trupult á bygdaráðsfundinum í kvøld at ásanna, at nú er liðugt í borgarstjórastarvinum fyri hesaferð.

 

Meiken Sólheyg Michaelsen sigur, at tað er ikki óhugsandi, at hon einaferð fer at venda aftur í politikk, men tað verður so ikki hesaferð, leggur hon aftrat.

 

Hetta er annað skeiðið í bygdaráðnum hjá bæði Meiken Sólheyg Michaelsen og Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, og hetta var fyrsta skeiðið hjá Meiken sum borgarstjóri.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her