Mein Schiff vitjar í Runavík leygardagin

Stóra ferðamannaskipið Mein Schiff 3 vitjar í Runavík á fyrsta sinni í morgin, leygardagin. Skipið liggur við kai frá klokkan 7.00 - 19.30.

 

Runavíkar Havn er, saman við Visit Runavík, til reiðar at taka væl ímóti ferðafólkunum.

 

Umframt at skipað verður fyri ymsum útferðum og upplivingum í umráðnum, eru gestirnir bodnir við til árliga Laksatorgið við Bátahylin í Runavík, og kl. 16.00 verður føroyskur dansur við Eysturoyar dansifelag, har øll fáa høvi at luttaka. Føroyski dansurin er hesaferð partur av fjølbroyttari pallskrá á Laksatorginum.

 

Mein Schiff 3 er 293,2 metrar til longdar og umborð eru umleið 2500 ferðafólk úr Týsklandi, Eysturríki og Sveis. Manningin telur 1000 fólk. Tað er týska reiðaríið Tui Cruises, sum eigir skipið og føroyska umboðsfelagið er Faroe Ship.

 

– Runavíkar Havn og Visit Runavík gleða seg at taka ímóti Mein Schiff 3, skriva tey í tíðindaskrivi.