Meinhard skoraði fyrsta málið hetta kappingarárið

Mjøndalen leikti javnt á heimavølli, og tað gjørdi liðið hjá Gullbrandi Øregaard, Sandnes ULF eisini

Tveir føroyingar vóru í leiki í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.

 

Meinhard E. Olsen var við hjá Mjøndalen frá dystarbyrjan í heimadystinum móti Aalesund.

 

Tá 18 minuttir vóru leiktir legði Meinhard Mjøndalen á odda 1-0 frá brotssparksblettinum.

 

Aalesund javnaði til 1-1 tá 66 minuttir vóru leiktir, og tað gjørdist endaliga úrslitið.

 

Meinhard var skiftur út tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Mjøndalen er nummar 11 í deildini við seks stigum.

 

Gullbrandur Øregaard leikti allan dystin tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF á heimavølli leiktu málríkan javnleik 3-3 móti Moss.

 

Tað kunnu Gullbrandur og liðfelagarnir veruliga iðra seg um, tí teir vóru á odda 3-1 tá 71 minuttir vóru leiktir. Átta minuttir seinni hevði Moss javnað til 3-3.

 

Sandnes er nummar 13 í deildini við seks stigum.

 

Bryne uttan Noah Mneney í hópinum tapti 0-1 (0-0) fyri Vålerenga á útivølli. 

 

Bryne er nummar seks í deildini við níggju stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 tekur Bryne móti Mjøndalen á heimavølli. Sama dag spælir Sandnes á útivølli móti Sogndal.