fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.4m/s

Leita á in.fo

Sólvá Lindenskov Róadóttir 07.11.2018 (16:27)

Meira atlit til tey, ið bera orðblindni

Kristina er útlærd sum húsamálari, henni dámar væl at mála hús, tí hon sær altíð hvussu langt hon er komin og hvat manglar. Hóast henni dámar væl at mála, er tað ikki einasta grundin til at hon gjørdist húsamálari. Kristina er orðblind, tað veit hon í dag, men hon visti ikki av tí tá hon gekk í fólkaskúla.

 

At verða orðblind er tá man ikki dugur at seta ljóð á bókstavir, orðblind fólk síggja somu bókstavar sum tú og eg, men tey duga ikki at seta ljóð á bókstavirnir og av tí sama gerst tað verri at lesa orð. Umleið sjey prosent  av danskarum eru orðblindir.  

Typisk tekin á orðblindni eru seinkaðar talugávur, at man brúkar einkult orð og hevur trupult við at forma setningar, man hevur trupult við at minnast rím or ramsir, og minni áhuga fyri bókstavum. Orðblindni er arvaligt, men um man fær røttu vegleiðing og hjálp, kann man minka so mikið um avleiðingarnar at tað næstan ikki ávirkar ein dagligt.

 

   

Kristina arbeiðir ikki sum húsamálari meira, »eg eri for slitin, mínir liðir orka tað ikki meira, tað er hart arbeiðið« sigur hon. Av tí sama var Kristina noydd at síggja ræðsluna í eyguni, hon mátti aftur á skúlabonk har hon skuldi lesa og skriva, tað henni dámdi minst, og tað hon var sannførd um at hon ikki dugdi yvirhøvur.

     

Kristina tekur HF á VUC, tað var her hon eisini bleiv kannað fyri orðblindni, Kristina hevur ætlanir um at lesa til pedagog tá hon er liðug á HF. Hon hevur altíð vilja arbeitt við fólki. Í dag klárar Kristina at lesa á enskum, og eisini at skriva, hon fær alla tað hjálp henni tørvar í dag. 

Hetta hevði við sær at hon var noydd at síggja angistina í eyguni, og fara aftur til at lesa og skriva

Nú lesur hon til HF, VUC í roskilde, har hon tekur HF soleiðis at hon kann koma inn at lesa til pedagog. 

Tað var ikki fyrenn at Kristina tók eina test á VUC at hon fekk at vita at hon var orðablind, áðrenn helt hon bara at lestnaður og skriving var ikki nakað fyri hana. 

Nú klárar Kristina at lesa á enskum og at skriva eisini, hon fær alla hjálpina hon hevur tørv á nú. 

 

 

Noel Grace Gaardman, tíðindafólk, vitjar á orðblinda-deplinum á VUC í Roskilde fyri at hoyra meira um hvat verður gjørt við støðuna hjá orðblindum. 

- Man fær ikki somu hjálp sum barn, sum tá man er vaksin. Til vaksin er tað lógarkrav at tað skula verða so og so góðar umstøður. Tá tað kemur til barnaskúlan ella fólkaskúlan er tað eitt væl skúlin kann takað, sigur Marie Wolter Berthelsen, leiðari á orðblinda-deplinum á VUC. 

 
 

 

- Um tað er nakað man veit við vissu er, at um man fangar orðblindni tíðiliga, er tað lættari at fáa gjørt nakað við tað. Men tíverri er tað ikki lógarkrav at lærarar skula taka hensyn til orðblindni í fólkaskúlum, og tí detta fleiri børn í millum og halda seg bara ikki duga tað, sigur hon.

Tað er tørvur at samfelagið tekur meira atlit til tey, ið berða orðblindni, soleiðis at man kann lofta teimum áðrenn tey fara út í samfelagið. Sum er verða tey bara slept út í samfelagið í tí trúgv at tey ikki duga ella ikki eru líka klók sum hini, sigur Marie Wolter Berthelsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her