Meirilutin: Løgmaður eigur at rætta mistakið

– Løgmaður hevur gjørt eitt mistak við at tulka grein 14, stk. 2 í hjúnalagslógini yvirtikna í 2007, tí grein 14 stk 2 í hjúnalagslógini er ikki yvirtikin

– Løgmaður hevur gjørt eitt mistak við at tulka grein 14, stk. 2 í hjúnalagslógini yvirtikna í 2007, tí grein 14 stk 2 í hjúnalagslógini er ikki yvirtikin, men er felagsmál, og tað eigur løgamður at virða og taka til eftirtektar, siga Jógvan Skorheim og Magnus Rasmussen.

 

Í niðurstøðu síni í kæruni um løgamnn í landsstýrismálanevndini sigur meirilutin, Jógvan Skorheim og Magnus Rasmussen, at tá fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007, vóru viðmerkingarnar rættiliga greiðar

 

»Hjúnalags- og kirkjurættarliga økið bera við hvørt annað á onkrum øki. Við uppskotinum verður hjúnalagslóggávuøkið ikki yvirtikið. Tað verður framhaldandi á donskum hondum. Tó er eitt markamót, sum verður yvirtikið, nevniliga heimildin í grein 15 stk. 2 í galdandi hjúnalagslóg fyri Føroyar at gera av, hvørji ávisir prestar innan onnur trúðarsamfeløg hava heimild at gifta. Danska familjustrýrið hevur í skrivi 24. juli 2006 váttað, at teir eru samdir í, at soleiðis verður farið fram«.

 

Teir siga tí, at tað er púra greitt, at tað bara er grein 15 stk 2, sum verður yvirtikið.

 

Teir vísa eisini á, at soleiðis hevur verið arbeitt síðani yvirtøkuna av fólkakirkjuni.

 

Meirilutin sigur, at tað sæst allastaðni í málum, sum hava havt við grein 14 stk 2 at gera, at løgfrøðisligi serkunnleikin í løgtinginum ongantíð hevur verið í iva um, at talan um eitt øki, sum ikki er yvirtikið, men eitt felagsmál. Hesum hevur Løgtingið eisini arbeitt eftir, siga teir.

 

Fyrispurnignar hava eisini verið á Løgtingi – til løgmann og landsstýrisfólk – um grein 14, stk 2, og hava løgmaður og landsstýrisfólk svarað, at hetta er felagsmál. So seint sum 25. mai í 2016 svarar Sirið Stenberg, landstýrismaður, at hetta er felagsmál. Samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar hevur eisini greitt staðfest, at hetta er felagsmál.

 

Allir myndugleikar hava tí arbeitt út frá tí heilt greiðu niðurstøðu, at grein 14 stk 2 í hjúnalagslógini er felagsmál.

 

– Niðurstøðan er tí púra greið, siga teir, at Løgtingið hevur ikki samtykt at yvirtaka grein 14, stk. 2 í 2007, tá fólkakirkjan var yvirtikin. Øllum er greitt, at skal nakað yvirtakast, so er tað Løgtingið sum skal avgera tað við løgtingslóg.

 

– Tað kann tí ikki vera rætt, at nú skal tulkast, hvørt grein 14 stk 2 í hjúnalagslógini í 2007 er yvirtikin ella ikki, tá fólkakirkjan var yvirtikin. Her er einki at tulka, siga teir, tí grein 14 stk 2 í hjúnalagslógini er ikki yvirtikin.

 

Kortini hevur løgmaður nú verið við til at tulka grein 14 stk 2 til at vera yvirtikna heilt aftur frá 2007.

 

Meirilutin vísir eisini á, at við hesi tulking ber til at staðfesta, at Sirið Stenberg hevur sagt ósatt fyri tinginum tann 25. mai í 2016. Onnur landsstýrisfólk hava arbeitt undir skeivum fortreytum, tá nú brádliga ein grein er tulkað yvirtikin í 2007, sum eingin hevur vitað um er yvirtikin. Øll politiska skipanin, bæði í Føroyum og Danmark og onnur við hava eisini arbeitt undir skeivum fortreytum av hesi orsøk.

 

Tí kemur meirilutin í landsstýrismálanevndini til ta niðurstøðu, at løgmaður hevur ikki virt grein 46 í stýrisskipanini, tá hann uttan um Løgtingið hevur tulkað grein 14, stk 2 í hjúnalagslógini yvirtikna at vera. Løgmaður hevur gjørt eitt mistak við at tulka grein 14, stk. 2 í hjúnalagslógini yvirtikna í 2007, tí grein 14 stk 2 í hjúnalagslógini er ikki yvirtikin, men er felagsmál, og tað eigur løgamður at virða og taka til eftirtektar, siga Jógvan Skorheim og Magnus Rasmussen.