Mekonomen skiftir navn

Fyri 25 árum síðani varð fyritøkan Fa. Billutir sett á stovn í 1993. Seinastu mongu árini hevur fyritøkan á Hoyvíksvegi 61 verið marknaðarførd sum Mekonomen, men nú eitur hon aftur Billutir.

 

Tað eru Petur Martin Johansen og Høgni Mikkelsen, sum eiga og reka Billutir, sum er tann einasta fyritøka av sínum slagi í Føroyum, sum er føroysk burturav.

 

Konseptið er bygd soleiðis upp, at har er alt at fáa til bilin. Umframt goymslu við eykalutum er talan um ein stóran handil við stórum vøruúrvali við øllum tí, sum Billutir stendur fyri. Handilin er kundavinarligur og hugnaligur. Alt er sett soleiðis upp, at tað er lætt hjá kundanum at hava yvirlit yvir handilin. Har er alt til bilin og til verkstaðið.

 

Sjálvsagdir lutir í einum slíkum handli eru t.d. spegl, lyktir, radioútgerð og øll sløg av hond- og eletriskum amboðum. Til børnini eru t.d. barnastólar og nógv ymiskt annað til børn at spæla við, eins og alt til hundin, sum t.d. hundaboksir og hundaskálir.

 

Til røkt av bilum er ein hópur av vaskievni og poleringsevnum umframt t.d. perur, viskarbløð og mottur. Til bilverkstaðin hevur Billutir alt frá skiftilyklum til testarar og innrætting av einum heilum verkstaði. 

 

Billutir hevur spesialiserað seg í eykalutum til bilar, so sum plátulutir, útstoyt, lyktir og annars allar slitlutir - bæði brúktar og nýggjar.

 

- Í sambandi við at fyritøkan er 25 ár og aftur eitur Billutir, verður skipað fyri móttøku mikudagin 18. juli, har øll eru vælkomin, siga Petur Martin Johansen og Høgni Mikkelsen.