Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.10.2018 (14:15)

Meldaði grannan men bleiv sjálvur ákærdur

Fyrst ætlaði maðurin at melda grannan fyri herverk og hóttanir. Løgreglan bað hann tá fáa prógv á borðið. Maðurin setti tí vakmyndatól upp runt ognina hjá sær.

 

Næstu ferð, hann meldaði grannan, legði hann tí myndir frá vakmyndatólunum við. Grannin verður ákærdur fyri hóttanir, men sjálvur verður maðurin ákærdur fyri ólógligar upptøkur.

 

Løgreglan hevur ákært mannin fyri ólógligar vakmyndir, tí at ein á myndunum sær bæði almennan veg og matrikkulin hjá grannanum.

 

Ákærin bað um, at maðurin skuldi fáa 2.000 krónur í bót fyri ólógligu yvirvøkuna av millum øðrum ogn grannans.

 

Maðurin noktaði seg sekan, tá hann møtti í rættinum í morgun. Hann greiddi frá, at bakgrundin fyri, at hann valdi at fáa sær vakmyndatól, var tann ógvusligi ágangurin, sum hann upplivdi frá grannanum. Sambært manninum hava grannanir bæði framt herverk móti ogn síni og hótt seg og familjuna.

 

Tá hann vildi melda málið til løgregluna, bað løgreglan um betri prógv og tí setti hann seg í samband við eina trygdarfyritøku at seta vakmyndatól upp.

 

Ákærdi maðurin sigur, at hann legði fyritøkuna eina við, at hann einans vildi hava eftirlit við síni egnu ogn. Trygdarfyritøkan segði, at hetta var eingin trupulleiki, tí ein við forritum kann fjala ognina hjá øðrum, so at einans eins egna sæst á vakmyndaupptøkunum.

 

Vakmyndatólkini verða sett upp í septembur 2016, men eitt gott ár seinni, í novembur 2017, ger løgreglan húsarannsókn móti húsunum og leggur hald á vakmyndatólini og útgerðina annars.

 

Gjøgnumgongdin hjá løgregluni av vakmyndaupptøkunum vísir, at upptøkur eisini eru frá almennari ogn og ogn grannans. Tað vil siga, at maskan, sum trygdarfyritøkan tosaði um, ikki er løgd á. Tí vóru upptøkur goymdar, sum vístu bilar koyra á almennum vegi framvið húsunum.

 

Nevnast skal, at vakmyndaupptøkurnar í høvuðsheitum vístu ogn mansins. Tað var einans ytst á myndunum og upp í hornunum, at ein lítil ás vísti almennan veg ella ogn grannans. Hetta er eisini í samsvar við pástandin hjá manninum, at endamálið einans var at halda eyga við egnari ogn.

 

Ákæruvaldið gjørdi greitt, at hóast endamálið kanska einans var at vera á varðhaldi um egna ogn, so kemst ikki undan, at vakmyndatólini eisini peikaðu inn á almenna ogn, og tí er talan um brot á lógina um vakmyndaupptøkur. Almenna økið var heldur ikki fjalt á upptøkunum, sum trygdarfyritøkan og ákærdi annars vildu vera við. Ákæruvaldið heldur heldur ikki, at ótti fyri grannanum er haldgóð grundgeving fyri at vakmyndatólini vístu part av ogn grannans og almennan veg. Ákæruvaldið krevur tí, at maðurin fær eina bót upp á 2.000 krónur.

 

Verjin hjá manninum heldur, at dómarin eigur at minnast til, hví vakmyndatólini vórðu sett upp, at hetta var fyri at verja ákærda og familju hansara. Hann vísti á, at ákærdi hevði lagt trygdarfyritøkuni eina við, at hann einans vildi síggja, hvat gekk fyri seg á egnari ogn, og at hann tí helt, at her var alt í lagi. Hann hevði tí handlað í góðari trúgv, tí tað krevst ikki loyvi at seta vakmyndatól upp á egnari ogn. Tí biður hann í fyrsta lagi um, at maðurin verður fríkendur, og í øðrum lagi, um hann skuldi verið dømdur kortini, at hann ikki fær nakra revsing fyri lógarbrotið.

 

Dómur fellur í næstu viku.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her