fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 08.01.2017 (22:39)

Menn í panikkaldri mangla góðar vinir

Teir hava lagt seg eftir at fáa útbúgving, yrkisleið, konu, familju, og tá ið teir gerast miðaldrandi, er minni og minni at náa. Teir fara at ivast í, hvat alt snýr seg um, og so koma óvissan, ivin – panikkurin.

Soleiðis upplivir leiðandi sálarlæknin á Ríkissjúkrahúsinum, Svend Åge Madsen, nógvar miðaldrandi menn.

- Ein av stóru trupulleikunum hjá nógvum monnum er, at tá ið jagstranin eftir tingum er liðug, finna teir út av, at teir hava fá tøtt og varðandi sambond í lívinum, sigur Svend Åge Madsen við DR.

Sambært honum duga menn ov illa at verða í felagsskapum, har tað ikki snýr seg um eina uppgávu, sum fólk skulu loysa í felag, og tí uppliva teir, at knappliga er eingin at tosa við, tá ið teir sum miðaldrandi hava nátt tí, sum teir ætlaðu sær.

- Tað er stórur munur á monnum og kvinnum, tí kvinnur hava nógv fleiri sambond við fólk, har tað ikki snýr seg um at gera nakað saman, men har kvinnur tosa saman, sigur Svend Åge Madsen.

Hann heldur, at nógvir menn bert kunnu tosa við konuna um persónlig viðurskifti, men at teir skulu læra at tosa meira við fólk. Teir skulu heilt einfalt fáa sær fleiri og betri vinir.

- Menn skulu læra av kvinnunum og byggja tøtt sambond, sum ikki bert snúgva seg um uppgávur ella virksemi av onkrum slagi, tí annars kunnu teir koma at kenna seg einsamalar seinni í lívinum, sigur Svend Åge Madsen við DR.